Fótbóltur
Klaksvíkingar høvdu eina manssterka áskoðarafjøld aftan fyri seg, tá teir vitjaðu í Gundadali í dag. Nýstovnaða áskoðarafelagið í Klaksvík hevði sjálvandi skipað fyri ferð til Havnar, og serliga útisetafelagið við KÍ?arum í Havn hevði sjálvsagt eisini gjørt sítt til, at dysturin skuldi hava góðar karmar. Niðara hæddin í HB-húsinum var samstundis fingin til láns, soleiðis at upphitingin skuldi eisini verið í lagi.
Rómurin í gamla skýlinum, har klaksvíkingarnir savnaðust, var eisini góður, tá blást varð ígongd, men tað var tó skjótt, at hvíta húsið yvirav fekk nakað at fegnast um.
90 sekund
Tað gingu nevnliga ikki meira enn góð 90 sekund, áðrenn ein av klaksvíkingunum hjá B36, Allan Mørkøre, hevði bankað bóltin upp í málhornið, og frá teirri løtu var nógv, sum bendi á, at hetta kundi fara at minna um steypakappingina, har B36 í tveimum umførum vant burturúr KÍ.
Tí hóast tað framvegis vóru 88 minuttir eftir at spæla, tá KÍ nú gav bóltin uppaftur, so tóktist liðið fullkomuliga at fara í panikk. Heldur enn at sláa kalt vatn í blóðið, varð alt fyri eitt roynt at flyta nógv fólk niðan á vøllin, fyri á tann hátt at skapa eitt trýst á B36 málið. Hetta seinna eydnaðist ongantíð, men flytingin av fólkinum hevði hinvegin við sær, at B36 fekk ríviligt av bæði plássi og tíð at spæla kontrabólt.
Avleiðingin av fólkaflytingini var nevnliga, at flata fýrara-ketan hjá KÍ støðugt lág uppi á miðjum vølli, móti einum álopi sum tí hjá B36 er hetta ikki nakað, sum tú bara gert uttan víðari. Við John Petersen sum meistara at halda bóltunum, sum vórðu sendir fram, og so Heðin á Lakjuni og Jákup á Borg at renna eftir stikningunum, tóktist tað bert vera ein spurningur um tíð, hepni og einamest nærlagni, áðrenn B36 økti, men onkursvegna hendi hetta bert eina ferð fyri steðgin. Einamest tí havnarmenninir vóru so altráðir eftir kontramøguleikunum, at teir óteljandi ferðir voru ov skjótir inn um fløtu verjuna við eftirfylgjandi rangstøðudómum sum fylgju.
Stóra skrædlið
Við tveimum málum framman fyri hevði B36 í øllum førum stóran fyrimun, tá farið varð út til seinna hálvleik, men tó at nógv mundu halda, at her var alt avgjørt, so so eru tvey mál ikki meira enn so, at tey kunnu vinnast innaftur.Úrslitið talar fyri seg, at tað var so langt ífrá, at hetta hendi, og frágreiðingin til skrædlið, sum nú kom, er sum so sera einføld.
Tað vísti seg nevnliga, at KÍ at kalla als einki hevði lært av lemjandi ósigrunum fyri júst B36 í steypakappingini, og heldur ikki høvdu teir lært nakað av fyrstu trimum korterunum sunnudagin.
Við báðum beinum fremst lupu teir tvørturímóti beina leið í felluna, sum B36 nú setti triðju ferð á rað. Og sum um hetta ikki var nóg mikið, so hjálptu teir eisini væl til sjálvir, tá teir stutt inn í seinna hálvleik fluttu Ova Nysted úr verjuni og niðan í álopið.
Hendan taktiska broyting var samstundis ein deyðssýnd, tí tilhoyrandi útskiftingarnar vórðu framdar, tá B36 hevði hornaspark, og áðrenn KÍ-verjan hevði skipaði seg aftur, stútaði ein púra leysur Jens Kristian Hansen B36 upp á 3-0, og so gekk skjótt. At gestirnir eisini gjørdust mótfalnir, soleiðis at rásarúmið hjá B36 bara øktist í takt við at málini skolaðu inn, bøtti sjálvsagt ikki um støðuna, og sum tíðin leið var alt bara ein spurningur um, hvussu nógv mál B36 skuldi fáa, og kanska eisini um Rúni Elttør sum triði klaksvikingurin á havnarliðnum eisini skuldi sleppa upp í part í málskjótingini.
Klaksvíkingar sjálvir høvdu valla ein einasta veruliga málmøguleika í dystinum. Vandi var tó á ferð nakra ferðir, tá bóltar vórðu sendir innfyri úr høgru, ella tá talan var um deyðbóltsstøður, men B36-málverjin hevði ikki fyri neyðini at gera eina einastu bjarging í dystinum, og tó at KÍ at enda fekk »pyntað« um úrslitið, so mundi eyðmýkingin ikki kennast minni av teirri orsøk.
Hjá B36 mundi trivaligi sigurin ? tó at bakgrundin var bílig ? koma sera væl við. Liðið hevur komandi vikuskifti dyst móti NSÍ, áðrenn grannarnir úr HB bíða, og tað verða hesir dystir, sum gera av, hvørt B36 skal fara í summarfrí sum partur av oddinum ella ikki.
Hjá KÍ má støðan skjótt vera tann, at liðið tekur við læru av gjørdum mistøkum. Komandi vikuskifti taka teir ímóti vágamonnum, sum hava víst gott hegni til kontraspæl, og finna klaksvíkingar ikki okkurt mótvapn mótvegis hesum, kann tað gerast meira enn trupult at fáa nakað stig til høldar í tí dystinum.
Dysturin í tølum
B36-KÍ 7-1 (2-0)
1-0: Allan Mørkøre
2-0: John Petersen
3-0: Jens Kristian Hansen
4-0: Heðin á Lakjuni
5-0: Jákup á Borg
6-0: Jens Kristian Hansen
7-0: Sonni Johansen
7-1: Ove Nysted
Dómari: Oddmar Andreasen. Lat fyri mesta leikararnar fáa frið at nýta kropin, og tó at okkurt kundi verið floytað øðrvísi, kom hann sum heild væl frá dystinum.
B36: René Tórgarð - Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Rúni Elttør, Kenneth Jacobsen ? Niels Joensen, Klæmint Matras, Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen ? John Petersen, Heðin á Lakjuni
KÍ: Karsten Joensen ? Harley Bertholdsen, Ove Nysted, Sámal Eyðfinn á Akursmørk, Símun Joensen ? Atli Danielsen, Allan Joensen, Fríðin Ziskason, Leon Bjartalíð, Hjalgrím Elttør ? Eyðunn Klakstein
Málini
1-0: Allan Mørkøre, 2 min
B36 horna verður tikið stutt út til Jákup á Borg, sum leggur longur aftur til Allan. Hann dregur einaferð, áðrenn hann langar bóltin upp í handara málhorn uttan nakran sum helst møguleika hjá Karsten Joensen.
2-0: John Petersen, 28 min
Klæmint Matras sendir Jákup á Borg avstað í høgra borði. Hesin leggur bóltin inn til ein fullkomuliga leysan John Petersen, sum leggur bóltin á undirsíðuna av tvørtrænum og inn.
3-0: Jens Kristian Hansen, 54 min
Heðin av Lakjuni sendir horna inn úr høgru. KÍ hevur júst framt tvær útskiftingar, og liðið hevur enn ikki skipað seg, soleiðis at Jens Kristian púra leysur kann stúta bóltin í málið.
4-0: Heðin á Lakjuni, 72 min
Eftir skjótt spælt B36 kontra fær Jákup á Borg lagt flatt inn fyri úr høgru. Bólturin rullar fram við trimum leikarum og endar hjá Heðini, sum knallar til fyrstu ferð og í handara síðunet.
5-0: Jákup á Borg, 73 min
Rúni Elttør sparkar úr verjuni. John Petersen leingir og so er Jákup leysur og kann av brotsteigarmarkinum senda bóltin flatt í málið.
6-0: Jens Kristian Hansen, 76 min
Ein sera sjónligur Allan Mørkøre leggur innfyri úr høgru. Heðin á Lakjuni leggur bóltin niður og útfrá, har Jens Kristian Hansen við vinstra beininum sparkar flatt niður móti handara stólpa.
7-0: Sonni Johansen, 86 min
Allan Mørkøre spælir eitt-tvey við Jákup á Borg í høgra borði. Sleppur inn um KÍ verjuna og sendir flatt inn, har júst innskifti Sonni Johansen kann sparka inn við nærmasta stólpa.
7-1: Ove Nysted, 90 min
Tíðin er um at vera runnin, tá Alti Danielsen sendir hornaspark innfyri. Har er Ove Nysted hægstur og stútar inn. B36 klárar akkurát at geva bólti upp, áðrenn dómarin bríkslar fyri seinastu ferð.