Køksleiðari til Betri Banka

Køksleiðari til Betri Banka

 

Staðrøkt søkir eftir køksleiðara til kantinuna hjá Betri Banka. Kantinan ger mat til starvsfólk hjá bankanum Yviri við Strond í Havn.

 

Arbeiðstíðin er 7 tímar um dagin. Frá kl. 8.00 til 15.00 gerandisdagar.

 

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR

 

Høvuðsuppgávurnar eru at skipa fyri matgerð og reingerð í køkinum. Talan er um vælsmakkandi og sunnan mat til umleið 120 fólk dagliga. Í kantinuni starvast tvey starvsfólk fullatíð og eitt hálvatíð.

 

VIT VÆNTA:

 

• tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur

 

• tú ert røkin, fyrikomandi og arbeiðssom/samur

 

• tú ert før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt

 

• tú dugir at gera vælsmakkandi mat

 

Royndir og/ella útbúgving innan matgerð er ein fyrimunur.

 

LØNARVIÐURSKIFTI

 

Løn eftir avtalu.

 

UM STAÐRØKT

 

Staðrøkt er partur av Poul Hansen samtakinum og veitir tænastur innan reingerðararbeiði og kantinuvirksemi.

 

UMSÓKN

 

Hevur tú fleiri spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Símun Midjord, dagligur leiðari í Staðrøkt, á 235340.

 

Skrivlig umsókn og møgulig viðmæli skulu sendast við telduposti til Símun Midjord á [email protected]

 

FREIST

 

Starvið verður sett at byrja 1. september 2026.