KOKS millum 50 tær bestu í Evropa

Heimasíðan Opinionatedaboutdining.com, sum er ein heimasíða fyri matfjepparar, metir Koks at vera 46. bestu matstovu í Evropa. Heimasíðan hevur júst kunngjørt listan yvir bestu matstovurnar í Evropa.

 

- Vit eru sera fegin um at verða nevnd á einum slíkum lista, og ikki minst um tað framgongd vit hava havt á listanum síðani í fjør, sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur í Koks.

 

Koks lá í fjør nummar 78. Føroyska matstovan er altso farin 32 pláss fram á listanum.

- Slíkir listar skapa altíð eitt sindur av uppmerksemi og eitt gott úrslit ger eisini at vit fáa fleiri kundar, sigur hann og nevnir, at okkurt um 70 prosent av borðum teirra í ár eru bíløgd higartil, so enn eru nøkur pláss eftir.

 

Nógvir slíkir listar verða gjørdir hvørt ár, tann kendasti er sjálvandi tann hjá Michelin. Poul Andrias Ziska sigur, at júst hesin listin hjá opinionatedaboutdining er kanska ikki tann, sum ber mest vekt í matumhvørvinum, men at enda á slíkum listum skapar sjálvandi uppmerksemi og betrar um møguleikarnar eisini at enda høgt á øðrum listum, sum Michelin ella World’s 50 best.

- Opinionatedaboutdining er eitt sindur annarleiðis enn aðrir listar, eitt sindur demokratiskari sum so. Her kunnu øll fara inn at greiða atkvøðu, men kortini verða atkvøðurnar vektaðar eftir, hvør tú ert. Tað vil siga, at atkvøðan hjá kendum fólkum innan matstovuheimin telja meiri enn atkvøðurnar hjá vanligum vitjandi, greiðir Poul Andrias Ziska frá.

 

Hyggja vit nærri at listanum, so er Koks sjeynda besta matstovan í Norðurlondum og tann besta í útnorðri.

 

Besta matstovan í Evropa er sambært hesum listanum Andreas Caminada – Schloss Schauenstein í Fürstenau í Sveis. Svenska Fäviken í Järpen í Svøríki er nummar tvey og Etxebarri í Axpe í Spania nummar trý. Besta danska matstovan er Geranium í Keypmannahavn, á 11. plássi. Ein íslendsk matstova er sloppin á listan. Dill í Reykjavík liggur nummar 166.

 

Koks hevur nú verið opið Frammi við Gjónna í Leynum í ein lítlan mánað og Poul Andrias Ziska sigur, at tað riggar heilt væl.

- Vit hava fingið mannagongdirnar upp á pláss, so eg haldi, at tað sær heilt gott út nú, sigur hann.