Stutt fyri midnátt í gjárkvøldið varð boðað frá, at tað var eldur í einum húsum í Havn. Talan var um eini hús, sum verða leigað út og eldurin var kyknaður í einum av kømrunum.
Sløkkilið og sjúkrabilur varð sendur á staðið, men tað eydnaðist fólkunum í húsunum at sløkkja eldin sjálvi við við vatni, so hann breiddi seg ikki.
Løgreglan sigur, at trý fólk vóru inni og tey vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til eygleiðingar fyri roykeitran. Løgreglan kannar nú kamarið fyri at vita, hví eldur kom í.
Annars hevur tað verið stilt og friðarligt hjá løgregluni í nátt, hóast tað var fitt av fólki í býnum. Nakrar ferðir máttu løgreglan til fólk, sum vóru so drukkin, at tey kláraðu seg ikki sjálvi.
Løgreglan kannaði eisini støðuna á fleiri skeinkistøðum, men har var einki at finnast at, og klokkan tvey í nátt var alt stongt.
Løgreglan kannaði eisini ferðsluna norðanfyri, har fleiri bilar vórðu steðgaðir, men allir bilførararnir vóru edrúir og høvdu koyrikort.