Aftur í ár skipar Tórshavnar býarsavn fyri jólaframsýning í Perluni í Tórsgøtu 3. Framsýningin letur upp hósdagin 14. des. kl. 14. Hetta er ein afturlítandi framsýning, ið umframt at lýsa jólini leggur dent á barna- og skúlaár. So tann, sum kemur á gátt í Perluni, kemur inn í ein annan heim, har ein partur av farnu øld verður lýstur – og saman við gomlum jólapynti skapar hetta eitt heilt serligt huglag.
Í hølunum í veghædd ber til at síggja alskyns leikutoy frá fleiri ættarliðum – t.d. dukkur, dukkuvognar og dukkustovur, bamsur, koppastell, putlispøl, bilar og rasarabreyt – í eini gamlari stovu. Eisini er eitt úrval av gomlum barna- og jólabókum. Harumframt síggja vit gamla sletu, sparkara o.a. Og aftur í ár verður møguligt at síggja mekaniska jólamannin, sum plagdi at standa í sýnisglugganum hjá Katrinu Christiansen við Áarvegin.
##med2##
Á balkongini ber til at uppliva eina skúlastovu við jólatræi. Her síggja vit gomul skúlaborð frá gamla kommunuskúla á Vaglinum og frá Santa Frants Skúla. Eisini eru gamlar skúlabøkur at síggja og annað, ið hevði samband við skúlan í tíðarskeiðinum 1920-1940-árunum.
##med3##
Ein partur av skúlasøguni í Havn verður lýstur við myndum. Her eru eitt nú myndir av næmingum í realskúlanum og í fyrsta skúlanum hjá nonnunum, ið húsaðist hjá Klett í Bringsnagøtu í nøkur ár. Eisini eru myndir av skúlanæmingum í fimleikabúna – bæði gentum og dreingjum.
Framsýningin er bæði fyri ung og gomul – ikki minst er her nógv stuttligt hjá barnafamiljum at hyggja at. Hjá teimum eldru fær hetta hugin at reika aftur til farnar dagar, og hjá teimum yngru er tað áhugavert at uppliva eina farna tíð.
##med4##
Tað verður møguligt hjá børnum at lita myndir og klippa jólapynt.
Vit bjóða piparnøtir, smákøkur og kaffi.
Framsýningin er opin kl. 14-18 allar vikudagar fram til jóla og aftur 27., 28., 29. og 30. des.
Tað er Lív Arge Simonsen, søgufrøðingur, ið hevur sett framsýningina upp fyri Tórshavnar býarsavn.