Kommunalu sátt­mála­sam­ráð­ing­ar­nar byrja aftur

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer komandi vikurnar aftur til samráðingarborðið við fleiri fakfeløg. Samráðingar eru eisini longu í gongd um fleiri sáttmálar.

Sáttmálasamráðingarnar á kommunala arbeiðsmarknaðinum verða nú tiknar upp aftur eftir summarsteðgin.

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt sáttmálar fram til 1. oktober 2026 við Starvsfelagið, Heilsurøktarafelagið, Havnar Arbeiðarafelag og danska Tannlæknafelagið.

 

Karmurin fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2025 til 30. september 2026 er 3,87 prosent.

 

Arbeiðsgevarafelagið hevur avtalað innleiðandi samráðingarfundir um komandi sáttmálaskeið við trý fakfeløg.

 

Heilsurøktarafelagið kemur á fund 1. september, Føroya Arbeiðarafelag kemur á fund um dagrøktarar 2. september, og fundur við Starvsfelagið verður 3. september.

 

Fleiri samráðingar í gongd

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er eisini í samráðingum við Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið.

 

Felagið hevur boðað pørtunum frá, at tað er til reiðar at taka samráðingarnar upp aftur, og uppskot um fundartíðir eru send fakfeløgunum.

 

Pedagogarnir handa krøv í september

 

Sáttmálin við Føroya Pedagogfelag fór úr gildi 1. apríl 2026.

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið hava havt innleiðandi samráðingar. Á fundi 7. september skulu partarnir handa hvørjum øðrum síni sáttmálakrøv.

 

Einki samband eftir miseydnaða seming

 

Samráðingarnar við Heilsuhjálparafelag Føroya endaðu í seming undan summarsteðginum.

 

Semingsstovnurin legði 12. juni eitt semingsuppskot fyri partarnar, men bæði arbeiðsgevararnir og fakfelagið vrakaðu uppskotið.

 

Síðani tá hevur einki samband verið millum partarnar, upplýsir Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Nýggjur kommunalur arbeiðarasáttmáli

 

Arbeitt verður eisini við einum nýggjum sáttmála fyri arbeiðarar á kommunala sáttmálaøkinum.

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og arbeiðarafeløgini hittust beint undan summarsteðginum. Tá varð semja um, at arbeiðsgevarafelagið skal gera eitt uppskot til ein nýggjan sáttmála fyri kommunalt sett arbeiðsfólk.

 

Samráðingarnar halda fram við Havnar Arbeiðarafelag, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.

 

Tað upplýsir Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, í tíðindaskrivi.