Leygardagin 29. august verður Suðurljóð aftur á skránni á Tvøroyri. Hetta kvøldið verða níggju heim í Brekkutúni, Brekkugili og Brekkulág karmur um eina heilt serliga tónleikauppliving.
Umleið 300 fólk verða við til tiltakið, har áhoyrararnir ganga millum ymisku stovurnar og uppliva tónleikararnar heilt nær. Hvør tónleikari spælir tvær framførslur, og sostatt verður tónleikur at hoyra kring allan býlingin alt kvøldið.
Á skránni eru Benjamin Rajani, Bollarnir, Janus á Húsagarði, Jazzygold, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir, Linda Andrews, Lyon Hansen, Ole Gas og Tróndur Enni og Lív Næs saman við Óla Mortensen á el-gittara.
Tá stovukonsertirnar eru lidnar, savnast øll til stóru felagsløtuna, har Steintór Rasmussen og Tróndur Enni fara at spæla kendu sangirnar, sum tey flestu duga at syngja við til.
Áhugin fyri Suðurljóð hevur verið ovurstórur, og tiltakið varð útselt eftir bert 2 minuttum og 44 sekundum.
– Vit eru bæði ovurfegin og ovfarin av stóra áhuganum. Tað merkir nógv fyri okkum at síggja, at fólk taka so væl ímóti tiltakinum. Suðurljóð snýr seg um at koma nær tónleikinum, skapa lív í býlinginum og savna fólk um eina góða felags uppliving, siga fyriskipararnir.
Suðurljóð 2026 byrjar leygarkvøldið 29. august klokkan 20.00.











