Liðið hjá Paula Rasmussen (myndin) og Jákupi Egholm, TMS Ringsted spældi í kvøld dyst á útivølli móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus. Talan var um dyst í fyrsta leikumfarinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Skanderborg-Aarhus vann dystin 40-34. Í steðginum vóru Jóhan og liðfelagarnir á odda 20-16.
Jóhan skoraði seks mál fyri heimaliðið. Pauli skoraði síni fyrstu fýra mál í bestu donsku hondbóltsdeildini, og hann legði eisini upp til eitt mál hjá Ringsted.
Í annaðkvøld klokkan 19 hava Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro dyst á heimavølli móti Bjerringbro/Silkeborg.











