22 atkvøddu fyri 750 eyka fiskidøgum

Lógaruppskotið um at lata útróðrarbátum í bólki 5 B 750 fiskidagar afturat varð samtykt við 2. viðgerð. Sjey tingfólk atkvøddu ímóti.

22 tingfólk atkvøddu fyri at lata bólki 5 B 750 fiskidagar afturat. Sjey tingfólk úr Framsókn og Tjóðveldi atkvøddu ímóti. Myndir: Álvur Haraldsen

Løgtingið hevur við 2. viðgerð samtykt uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um serstakar fiskidagar til bólk 5 B fyri fiskiárið 2026.

 

22 tingfólk atkvøddu fyri uppskotinum, eingin atkvøddi blankt, og sjey atkvøddu ímóti.

 

Tingfólk úr Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýri atkvøddu fyri.

 

Bjarni Kárason Petersen og Ruth Vang úr Framsókn og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Eirikur í Jákupsstovu, Hervør Pálsdóttir, Liljan Weihe og Sirið Stenberg úr Tjóðveldi atkvøddu ímóti.

 

Uppskotið ber í sær, at ikki fullriknir útróðrarbátar í bólki 5 B fáa 750 felags fiskidagar afturat teimum, sum longu eru tillutaðir í ár. Fiskidagarnir hjá bólkinum vóru uppi í august.

 

Sambært meirilutanum í Vinnunevndini hevur miðalavreiðingin higartil í ár verið umleið 440 kilo fyri hvønn fiskidag. Teir 750 eyka dagarnir kunnu tí geva eina veiðu á umleið 330 tons.

 

Uppskotið hevur fingið nógvar atfinningar í hoyringini. Millum annað hava Havstovan og fleiri feløg í fiskivinnuni mælt frá tí. Víst hevur verið á, at uppskotið víkir frá umsitingarætlanini og kann økja um veiðitrýstið á toskastovnin.

 

Landsstýrismaðurin hevur hildið fast við, at talan er um eina serliga og tíðaravmarkaða loysn fyri fiskiárið 2026.

 

Uppskotið skal nú til 3. viðgerð, áðrenn tað er endaliga samtykt sum lóg.

 

22 tingfólk atkvøddu fyri at lata bólki 5 B 750 fiskidagar afturat. Sjey tingfólk úr Framsókn og Tjóðveldi atkvøddu ímóti. Myndir: Álvur Haraldsen