Nógv rok hevur verið bæði í fjølmiðlunum, men eisini millum manna, eftir at Sosialurin herfyri avdúkaði ætlaninar um at byggja stóran skrivstovubygning, har ið tað nógv umtalaða Degnshús stendur í dag. Millum annað hevur onkur borgari í Havn tikið stig til undirskriftainnsavnan at fáa steðgað ætlanini.
Stuðul veittur uttan treytir
Fyrrverandi eigarin av Degnshúsi umvældi miðskeiðis í seinnu helvt av nítiárunum húsini fyri nógvan pening. Táverandi eigarin søkti Tórshavnar Bðráð um stuðul til umvælingina, tí ætlanin var at húsini skuldu varðveita sína gamla stíl, eisini eftir umvælingina.
Byggi- og bðarskipanarnevndin hjá bðráðnum metti tá, at talan var um eini hús, ið vóru verd at varðveita, og gekk tískil umsóknini á møti. Stuðul til slíkar umvælingar verður veittur á tann hátt, at bðráðið rindar munin millum bíligasta umvælingarháttin og so tann umvælingarhátt og tilfar, ið er neyðugt fyri at húsini skulu varðveita sína gamla stíl. Í hesum førinum var talan um á leið 200.000 krónur, ið kommunan lat táverandi eigaranum.
Tá ið kommunan lat stuðulin, fekk eigarin at vita, at stuðulin var latin treytað av, at húsini ikki vóru broytt. Hetta bleiv tó ikki tinglðst, og einki stendur í skeytinum fyri ognina um hetta. Tískil hevur eigarin av ognini allan rætt at flyta húsini, hóast kommunan fyri stuttum lat okkurt um 200.000 krónur í umvælingarstuðuli til táverandi eigaran.
Tað er eisini undrunarvert, at táverandi formaður í byggi- og bðarskipanarnevndini, sum metti húsini varveitingarverd, var núverandi borgarstjórin Jan Christiansen, ið nú fyri kortum ikki dugdi seg síggja nakra forðing fyri, at húsini blivu flutt av staðnum.
Tekning av húsinnum likin út
Á undirskriftalistunum, ið liggja frammi í handlum í høvuðsstaðnum, stendur skrivað, at borgarar vilja mótmæla ætlanini at byggja skrivstovubygningin, tí mett verður, at hetta fer at misprðða miðbðin.
Á sama lista er ein tekning av røðini av húsum framm við niðara parti av Tinghúsvegnum, frá Jacob Lützen og niðan til Havnar Klubba. Eisini er nðggi bygningurin við á tekningini, og Sosialurin hevur fingið váttað, at talan er um eina veruliga tekning av bygninginum, og hetta er sera undrunarvert.
Umsóknin um byggiloyvi, ið eigarin av ognini hevur liggjandi í byggi- og bðarskipanarnevndini, er ikki umfatað av lógini um alment innlit, og eigarin sjálvur hevur ikki útflðggjað tekningina. Tað vil siga, at tað eru fólk innan bðráðsins gátt, ið hava útvegað stigtakarunum til undirskriftainnsavnina tekningina, og tað er beinleiðis ólógligt!
Húsini kanska friðast
Stjórin á Fornminnissavni Føroya, Stefan Stuman Hansen, hevur í fjølmiðlunum sagt, at fornminnissavnið umhugsar at mæla til, at húsini hjá Anton Degn verða friðað. Stefan Stuman Hansen sigur tó, at eingin avgerð er tikin í málinum enn, men hon fyriliggur allarhelst síðst í hesi vikuni. Hann vil tó ikki úttala seg nakað ítøkiligt í málinum.
Svartiper í hesum máli er eigarin av húsinum hjá Anton Degn, Petur Olsen, og hann situr nú sum lús millum tvær negl. Hann hevur ikki hug til at gera viðmerkingar til málið, men hann undrast tó á, at fornminnissavnið als ikki hevur sett seg í samband við hann, áðrenn teir fóru út í fjølmiðlarnar at úttala seg um friðing av húsinum.
Um so er, at húsini verða friðað, er hetta ein fíggjarligur smeitur hjá eigaranum av húsinum. Keypsprísurin, ið hann lat fyrrverandi eigaranum, var væl oman fyri tað, ið húsini eru verd, tí ætlanin við keypinum hevur allarhelst altíð verið at gjørt ein skrivstovubygning. Verða húsini friðið, og eigarin tískil vil selja tey aftur, fær hann neyvan tað sama fyri tey, sum hann lat í síni tíð. Harafturat hevur hann gjørt stórar íløgur í projektering, tekningar og annað í sambandi við ætlanini um at byggja skrivstovubygningin.