Ein av hesum kommunum er Tórshavnar kommuna. Hon skal sambært Helenu Dam á Neystabø bara makka rætt og finna seg í at skula taka sær av Kvívík og Vestmanna, um tær vilja sleppa upp í Havnar kommunu.
Havnar kommuna fær sambært uppskotinum ikki møguleikan at siga sína hugsan um eina slíka samanlegging. Hetta er líka ringt sum at vera givin upp fyri skutil, og tað er ein løgin støða, at Vestmanna og Kvívík kunna atkvøða seg upp í Havnar kommunu, meðan borgararnir her bara skula standa sum Kánus og taka ímóti.
Havnar kommuna hevur ikki verið smátøkin í samanleggingartilgongdini. Higartil. hevur høvuðsstaðurin kastað saman við øllum hinum kommununum, sum vóru í Suðurstreymi, og eisini Kollafirði.
Hetta hevur gingið hampiliga væl í hond, men nú kanst tú ivast í, um tað verður til gagns fyri Tórshavnar kommunu at taka meir upp á seg. Eisini tí, at hon verður lutfalsliga størri partur av landinum.
Tað minsta má vera, at borgararnir í Havnar kommunu fáa møguleikan at avgera, hvør gongdin skal verða. Ein fólkaatkvøða er eitt sjálvsagt krav, nú takast skal saman um í kommunumálunum.
Tórshavnar Býráð eigur at standa við lyftið hjá borgarstjóranum um, at borgararnir í Tórshavnar kommunu á fólkaatkvøðu fáa høvi at siga sína hugsan um eina møguliga víðkan av kommununi - uttan mun til, hvat innlendismálaráðið hevur lagt fyri løgtingið.
Sakin er jú ikki avgjørd enn..Grundarlagið undir eini atkvøðugreiðslu má sjálvsagt vera ein gjøllig gjøgnumgongd av, hvat tað er, Tórshavnar kommuna er ætlað at taka upp á seg, og sakligar metingar av, hvat skil er í at gera tað – bæði nú og komandi.
Tað seinasta, vit hava frætt norðan av oynni, er, at báðar kommunurnar hava munandi afturgongd í skattainntøkunum. Tórshavnar Býráð eigur tí at gera sær fullgreitt, hvat vit møguliga skula undir.
Stendur upp og niður hjá hesum kommunum? Hvussu er fólkasamansetingin, eru tær kommunalu veitingarnar dagførdar, er nakað virksemi í bygdunum ella skula borgararnir í núverandi Tórshavnar kommunu bløða fyri eina slíka víðkan?
Tað lovaða nærdemokratiið og tann fólksliga tilgongdin virka ikki, fyrrenn øll fáa sama møguleika at hava ávirkan.