Kommunur skulu hava greiðari ábyrgd

Landsstýrið fer at endurskoða býtið av uppgávum millum land og kommunur.

Arbeiðið við at dagføra karmarnar hjá føroysku kommununum heldur fram.

 

Í ólavsøkufrágreiðingini verður boðað frá, at landsstýrið ætlar at endurskoða uppgávubýtið millum land og kommunur.

 

Endamálið er at fáa greiðari ábyrgd, betri samanhang í almennu tænastunum og eina meira skilagóða nýtslu av almennum tilfeingi.

 

Sambært landsstýrinum hava kommunurnar fingið fleiri uppgávur seinastu árini, og tí er tørvur á at meta av nýggjum, hvørjar uppgávur best verða loystar lokalt, og hvørjar eiga at liggja hjá landinum.

 

Arbeiðið skal gerast í tøttum samstarvi við Kommunufelagið og einstøku kommunurnar.

 

Landsstýrið leggur dent á, at broytingarnar skulu styrkja tænastuna til borgararnar og skapa greiðari karmar fyri kommunala sjálvstýrið.