Í gjár var ein heilt sermerkt brúðarvígsla í Tvøroyrar Kirkju. Tað var eitt par úr Brasil, sum var komið allan tann langa vegin til Føroya at giftast.
Tey bæði, Eduardo Trindade og Renata Teixeira, hava ferðast víða, men tey kundu ikki hugsað sær nakað betri stað at verðið gift, enn akkurát í Føroyum.
Tað var í 2013 at tey vóru í Føroyum fyrstu ferð og tey vórðu beinanvegin púra burtur í landinum, bæði náttúruni, fólkinum og mentanini. Tey vóru aftur í Føroyum í 2014, men nú komu tey so aftur við tí eina endamálinum at giftast.
Tey vórðu gift í Tvøroyar Kirkju seinnapartin í gjár, - í føroyskum klæðum, og í brúðarblómutyssið var ein lundi. Og tá ið ið vit hittu tey í forkirkjuni beint eftir víglsuna, hildu tey bæði, at løtan hevði verið fullkomin, tí hetta hevði verið betri enn tey høvdu droymt um.
- Kenslan, tá ið prestur talaði fyri okkum, var heilt óverulig, siga tey bæði.
Hóast hetta bara er triðju ferð, at tey eru í Føroyum sum ferðafólk, staðfesta tey, at Føroyar og føroyingar hava fingið sera stóran týdning fyri tey.
- Hóast tað var fyrstu ferð føroyingar hittu okkum, var tað sum vit høvdu kenst alt lívið. Í roynd og veru var móttøkan, vit fingu, so ótrúlig, at tað var okkum beinanvegin greitt, at her máttu vit koma aftur og steðga eitt sindur longri.
- Eg haldi eisini, at føroyingar eru ektaðir, og at teir meina tað av hjarta, tá ið teir taka væl ímóti fremmandafólki. Tað gera fólk í Brasil ikki altíð, sigur Eduardo.
Men hann viðgongur kortini, at hann varð rættiliga skelkaður, fyrstu ferð, hann sá myndir av grindadrápi. Men síðani hevur hann kunnað seg meiri um tað, og nú skilji eg, hvat tað er, sum býr undir, sigur hann.
Í Sosialinum, sum kemur í sølubúðurnar nú seinnapartin, er ein longri grein um tey bæði, um viðurskiftini við Føroyar, um føroyingar, grindadráp og annað
Niðanfyri eru fleiri myndir av brúdleypinum í Tvøroyrar Kirkju. Gamli TB`arin, Tróndur Nolsøe, sum eisini spældi á landsliðnum, er ein av teimum, tey eru komin at kenna. og á einari av myndunum, gevur hann teimum eina landsliðsblusu.