Alfred Olsen
løgtingsmaður
?????????????
Bý- og bygdaráðini hava øll rós uppiborið fyri tað móttøku og fyriskipaðu rundvísing fyri kongafamiljuni, sum tit kláraðu sera væl og har nógv av tiltøkum tykkara vóru genial.
Vitjanin vísti eisini, at vit í Føroyum eru fyrikomandi, hjartalig og gestablíð, og vístu kongafamiljuni eina erliga og hóskandi virðing.
Vinnulívið
Sambandsflokkurin hevur fleiri ferðir víst á, at vinnulívið eigur at vera við og brúka tað fjølmiðla- og vinnuliga fokus, sum altíð er knýtt at eini kongaligari vitjan, óansæð um henda er í Føroyum ella úti í heimið.
Vit skulu vera við, tí vit hava nógv sera dugnalig vinnulívsfólk, umframt fleiri evnaríkar tóna- og mótasmiðir, sum hava format at gera seg galdandi úti í heimið.
Drotningin vísti eisini á hetta á tíðindafundinum og legði upp til, at móta- og nótasmiðir okkara gera vart við seg og síni produktir, og bjóða hesi fram.
Eg vóni tí, at á næstu uttanlandsferð hjá drotningini, eru nøkur av okkara vinnulívs- tóna- og mótafólkum við í ferðalagnum.
Veðrið
"Veðrið má sær ráða" og tað gjørdi tað sanniliga í døgunum kongavitjanin vardi, og var eisini orsøkin fyri, at t.d. vitjanin úti í Mykinesi mátti avlýsast, uttan at hetta skapti trupulleikar fyri vitjanina í Vágunum, bert spell at tit í Mykinesi ikki fingu vitjan av tí unga kongaliga parinum.
Tjóðveldisflokkurin
Tíverri megnaði formaður Tjóðveldisfloksins ikki at vísa gestablídni og virðing fyri teimum kongaligu gestunum, men ákærdi Margrethu drotning fyri at blanda seg í politikk, tá hon nam við lógir sum eru samtyktar í Løgtinginum og Fólkatinginum.
Formaður Tjóðveldisfloksins helt seg sikkurt spæla ein trumf út, tá hann eftir røðuna hjá Margrethu drotning í Norðurlandahúsinum boðaði frá, at hann hereftir ikki kom at luttaka í kongavitjanini, sum um tað skuldi hava nakrar fylgir fyri vitjanina. Tað hevur tað sjálvandi heldur ikki haft, og vit kunnu fegnast um, at vitjanin helt fram ótarnað, uttan luttøku av formanni Tjóðveldisins.
Yvirvurdera seg sjálvan
At formaðurin í Tjóðveldisflokkinum yvirvurderar sín egna leiklut, er harmiligt fyri hann sjálvan, men tað sum harmar meg nógv meira er, at hann við ógrundaðum álopum móti Margrethu drotning er við til at skaða viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og millum føroyingar og danskarar.
Men tíverri er hetta ikki fyrstu ferð, tí hvør minnist ikki tíðina frá 1998 og fram til seinasta val, hvussu Tjóðveldisflokkurin royndi at niðurbróta tey ríku og gagnligu bondini sum eru millum Føroyar og Danmark, millum føroyingar og danskarar, til skaða fyri báðar partar.
Tjóðveldisflokkurin ongan leiklut
Tað hava verið føroyingar, ið hava hildið, at tað bleiv Tjóðveldisflokkurin sum kom at hava leiklutin at fremja broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, men síðani seinasta løgtingsval og somuleiðis eftir kongavitjanina, er flestu føroyingum greitt, at Tjóðveldsiflokkurin ongan gagnligan leiklut kemur at hava í normaliseringini av viðurskiftunum í ríkiseindini, ið umfatar Grønland, Føroyar og Danmark, men at leisturin verður nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum.
Vónandi kemur tað ógrundaða álopið hjá Tjóðveldisflokkinum á Margrethu drotning, bert at hava ein avmarkaðan skaða fyri lesandi og fastbúgvandi føroyingar í Danmark, men eitt er vist, nakað gagnligt árin hevur álop Tjóðveldisfloksins ikki fyri nakran.