Tónleikarøðin Tónabrúgv 2016 endar tónleikaárið leygarkvøldið, tá tónleikabólkurin Konni Kass fer á pall í Spaniastovu. Hetta er samstundis endin á eini 4 vikur konsertferð hjá bólkinum í Føroyum áðrenn fari verður á konsertferð í Danmark og Týsklandi fyrst í komandi árið.
Tónleikabólkurin ber navni á tónleikaranum, saxofonistinum og forsangaranum Konni Kass úr Tórshavn. Hon byrjaði sum 12 ára gomul at spæla saxofon, men hugurin til at syngja vaks við árunum. Eftir at Konni vann árligu talentkappingina Sement í 2015 hevur verulig verið boð eftir henni á tónleikapallum kring landi. Eisini áhugin uttanlands fyri bólkinum er sjónskur, og framførslan á Spot Festival í Århus í mai 2016 úrslitaði í altjóða plátusáttmála og bókingaravtalum fyri Skandinavia og týskttalandi marknaðin (Týskland, Sveis, Eysturríki).
Í september spældi bólkurin fleiri væleydnaðar framførslur á Reeperbahn Festival í Hamburg, har tey eisini vóru tilnevnd til Anchor Award. Fyrst í november spældu tey á Iceland Airwaves í Reykjavík.
Leygarkvøldið framførir Konni Kass á fyrsta sinni í vælumtóktu og hugnaligu Spaniastovu frá 1838. Hetta verður eitt sera gott høvið hjá tónleikaáhugaðum at hoyra HAPHE fyrstu tónleikaútgávuna hjá bólkinum. Plátan, sum kom á marknaðin 11.nov. fekk sera góð ummælið á Kvørnini og hevur verið nógv spæld í føroysku útvarpsrásunum.
Drívmegin í tónleikinum er ein livandi og andrík kvinnurødd, íð spælir sær fínliga við ein heim av synthum og rúmdareffektum.
Tey sum mynda bólkin eru:
Konni Kass (sang, saksofon), Torleik Mortensen (bass), Knút Háberg Eysturstein (tangentar) og Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur).