Konubrotið úr Svøriki

Sterk kapping verður í løtuni telvað í Svøriki, har kvinnuligi svenski stórmeistarin Pia Cramling óvæntað er á odda framanfyri menn sum Jan Timman, Ivan Sokolov og Curt Hansen. Eisini hevur Flóvin Tór Næs júst luttikið í einari IM-kapping

Talv


Søguríka Sigemann Chess Tourament í Malmø er nærum liðug telvað, og í ár vísir tað seg at GM Pia Cramling hevur góðar møguleikar. Eftir seks umførum er hon saman við landsmanninum Tom Wedberg á odda við fýra stigum, meðan unga stjørnuskotið Teimour Radjabov og veteranurin Boris Gulko eru beint í hølunum.

Sokolov, Timman og danin Curt Hansen hava allir telvað undir miðal og liggja javnir við trimum stigum. Nevnast skal tó at Curt hevur vunnið síni tvey seinastu talv og tykist væl á veg. Trý umfør resta í.

Aðrir í hesari GM-kapping eru Johny Hector, Nick de Firmian og altjóða meistarin Emanuel Berg. Hesir liggja allir í niðara enda og stríðast.


Pia omaná

Stuttligt hevði verið um svenska konubrotið Pia helt fram við góða spælinum og møguliga endar ovast tá avtornað er. Hon er við sínum 2496 ratingstigum seedað sum nummar níggju, eitt framanfyri Emanuel Berg, 2474, og er tað tí sera óvæntað um hon megnar at knógva mannfólkinum. Føroyavinurin Ivan Sokolov er hægstrataður.

Fylgjast kann við kappingini á www.sigeman-chess.com.

Flóvin Tór Næs luttók í IM-kapping í Stokholm, sum endaði sunnudagin. Flóvin hevði lægsta styrkistalið í tíggjumansbólkinum. Tann hægsti hevði beint omanfyri 2400 í rating í mun til altjóða ratingtalið 2236 hjá Flóvini. Hann fekk óhepna byrjan á kappingina, tapti trý tey fyrstu talvini og reistist ikki aftur. Flóvin endaði loksins aftastur við hálvumøðrum stigi. Marginalarnir vóru ikki á hansara síðu á hesum sinni.


EM

Í Makedonia hevur altjóða talvsamgongan Fide skipað fyri sokallaðum EM. Heili 204 telvarar, harav nógvir sterkir stórmeistarar, í einum opnum bólki. Vinnari bleiv Emil Sutovsky úr Ísrael eftir umdyst við Ruslan Ponomariov. Judit Polgar gjørdist nummar trý, og tískil kann sigast við vissu at kvinnuligir telvarar hava í hesum løtum góðar dagar.

Norðurlendsku umboðini vóru ikki við í toppstríðnum. Danin Peter Heine Nielsen hevði eina ringa kapping meðan íslendarin Hannes Stefansson bleiv fremsti norðurlendingur.

Teir ovastu 46 telvarnir fingu beinleiðis atgongumerki til Fide-HM seinni í ár.