Korona: skótaárið endar

Tað er við tungum hjarta, at eg boði frá at landsnevndin hevur avgjørt at enda skótaárið 2019/2020 frá í dag av. Hetta fevnir um allt "vanligt" skótaarbeiði. Tað vil siga skótafundir, sum vit kenna teir og skótalegur. Hetta inniber somuleiðis at øll landstiltøk, sosum LPK, Paladin og Úlvalegan eru avlýst, .boðar Olga Arnfinnsdóttir, skótaovasti, frá í kvøld 

Vit eru sera takksom fyri tað stóra arbeiðið, ið okkara skótaleiðarar kring landið hava gjørt, nú Coronakreppan hevur herjað. Her hugsi eg serliga um tiltakið og merkið Skóti við Hús. Vit heita á leiðarar okkara kring landið, at um orka og áhugi liggur fyri, endiliga at halda fram við hesum arbeiði, tí sjálvt um umstøðurnar ikki loyva okkum at savnast, gevast vit aldrin við at vera skótar.

Leygardagin á Hvítusunnu skipa vit fyri einum virtuellum legubáli á Selatrað, ið verður beinleiðis streimað yvir Facebook. Øll eru hjartaliga vælkomin at fylgja við, ung sum gomul.

Vónandi fáa vit savnast sum vant til eitt nýtt skótaár 2020/2021, sigur Olga Arnfinnsdóttir, skótaovasti.

Eg vil gjarna enda við hesum orðunum hjá Baden-Powell sum kundu ikki verið meira passandi enn beint nú:

One of the first duties of a Scout is obedience to authority. He must obey his orders in the first place and put his own amusement or desires in the second.

 

-------------

KFUM skótarnir í Føroyum er størsta skótasamskipan í Føroyum við 320 limum. KFUM skótarnir hava í løtuni 9 aktivar skótabólkar í Tórshavn, Kollafirði, Hvalvík, Kvívík, Klaksvík, Leirvík, Fuglafirði, Vági, og við Løkin í Runavík.

KFUM skótarnir hava somuleiðis síðani 1989 átt og rikið Skótadepilin á Selatrað, har vælumtókta familjulegan verður hildin.