JÓGVAN ISAKSEN
Jóanes Nielsen: Pentur. Perma: Rannvá Mortensen. Mentunargrunnur Studentafelagsins 1998, 70 s. kr. 120
Fyri tjúgu árum síðani gav Jóanes Nielsen út sítt fyrsta yrkingasavn, »Trettandi mán-aðin«, og legði tá lunn-ar undir eitt tað mest lisna ritverki í nýggjari før-oysk-um skaldskapi. Fleiri yrk-ing-asøvn eru komin hesum á baki, somuleiðis stutt-søg-ur, greinasavn og tvær skaldsøgur. Og nú er tað sætta yrkingasavnið, »Pent-ur«, komið.
Fleiri av temunum í »Pent-um« eru tey somu sum í »Trettanda mánað-i-num«, men drúgvari og snild-is-ligari viðgjørd. Deyð-in og Gud eru fastir tættir, og hvørgin verður avnoktaður. Í fyrsta yrking-a-savn-inum varð sagt: »Far-væl Gud / vit skulu klára okkara trupulleikar sjálvi«. Yrkjarin hevur ikki slept hesi støðu, men í yrkingini »Telefonboksin« letur hann pápan siga: »Ivin um, at Gud er til, segði hann, ger at eg ikki beini fyri mær sjálvum«. Pápin er langt síð-ani deyður, og yrkjarin heitir á Gud: »Kom Gud, / ver hampiligur henda morg-un, eg ráðaleysur leiti eftir / sporum, ið hvurvu«. Onk-urs-vegna renna Gud og Deyð-in saman, og yrkingin endar við, at eg?ið kennir seg trygt, tá ið hann »gevur boðini um at strika mítt navn«. Seinni í savninum verð-ur sagt um tann Gud, sum er farin at líkjast okk-um: »Hann er ein Gudur uttan trúnu. / Hann er mín Gudur«. Tær »kosmisku lóg--ir-nar« og Gud verða fat-aði sum eitt, og á tann hátt ber tað til at trúgva upp á Gud sum tilverugrundarlag og innasti kjarni.
»Telefonboksin« er sum heild álvarsom og filoso-f-isk, men deyðans em-bætismenn sleppa ikki undan spei, tá ið tað um tey sálaðu verður sagt, at tey »fara sminkaði avstað. / Tey fara avstað í bili / sum var kirkj-u-garðurin eitt stórt par-k-er-ings-pláss undir jørð«. Kanska var hetta eitt hug-skot, tá ið tað ikki longur ber til at víðka um Nýggja Kirkjugarð?
Lortur og látur
Í skaldsøguni »Páskaódnin« varð lorturin í hásætinum, alt tað niðanbelti, sum sam-bært russiska bók-menta-te-o-retikaran Mikhail Bakhtin punkterar uppgjørt álv-ar-semi. Í »Pentum« eru fleiri yrk-ingar, sum bera á hendan bógvin - t.d. »Køsta-pro-f-et-ur-in« og »Krúnraka tær!« - meira óbeinleiðis og sam-stundis ákoyrandi er »Eitt herðaklapp til spottaran«. Líka so hátt, sum yrkjarin sigur seg elska sítt land, líka so ovursintur er hann inn á opportunistar og upp-gjørd-an býttiskap: »Leingi livi føroyska húgvan. Eina fjøð-ur í føroysku húgvuna, / eina bumbu í føroysku húgv-una, eina pinku ev-arska lítla / føroyska húgvu til pillhøvdið«. Og yrkingin endar: »Leingi livi sup-er-nor-mali føroyingurin á veg til himmals / við eini propell í føroysku húgvuni«.
Í somu yrking verður sagt, at Føroyar eru reyv-ar-holið í kongaríkinum, og tískil »Hvørja ferð eg klóri mær í reyvini, hugsi eg um Føroyar«. Hví ikki? Sum yrkingin lýsir 80?ini, fert tú í hvussu er ikki at hugsa um føðilandið, tá ið tú klórar tær í høvdinum.
Tað er úr lortinum, úr tí niðurundirkomna, at lív og list vaksa. Í tí longu »Roll-ing Stones« sprettur hesin tónleikabólkur og teirra blues úr eyðmýktum kensl-um í tí afturútsiglda heims-veldinum. Yrkjarin vil vera við, at búðu teir í Havn, so var Mick Jagger kanska end-aður »sum ein gronutur kontrollur / í Havnar Bio, / og Bill Wymann sjaførur hjá Keypsamtøkuni«. Havn-in er nevniliga alt ov lítið dálkað: »Okkara býur luktaði ov nógv av reinum vesum, / av reinari trúgv«. Tað er greidliga ikki av til-vild, at motto hjá føroyska høvuðsstaðnum er: Havnin skal skína.
Seinni broytast Stones og gerast samfelagsstuðlar, men tað vóru kortini teir, sum fingu Havnina at darra av frígerandi blues. Móti endanum í somu yrking standa hesar reglur: »Tað mest illgrunaverda yv-ir-høv-ur / ein flennandi menn-iskja. / Tá upploysist ein heilur heimur«. Hóast tað er ivasamt, um Jóanes Nielsen brúkar hesar orðingar í Bak-h-tinskari merking, so ger hesin í sínum verkum vart við, at tað er einki, sum valds-harrar ræðast meira enn láturin. Tá ið hann hoyr-ist, hava teir ikki fullkomið tamarhald á fólkinum. Sam-stundis hava tey kúgaðu al-tíð havt láturin sum vápn ímóti kúgarunum, sum tískil aldrin kunnu kenna seg trygg-ar. Hetta er annars eis-ini eitt tematiskt rák í skald-skapinum hjá Williami Hein-e-sen.
Tað kvetta sambandið
Tann týdningarmesti snún-ings-depilin í »Pentum« er - umframt Gud og Deyðan - »pabba«, sum ferð eftir ferð kemur undan kavi. Í savn-inum »Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin« frá 1985 stendur yrkingin »Grav-skrift«, sum er um páp-an og saknin eftir hann. Í nýggjasta savninum er eing-in yrking bara ognað pápanum, men hann kemur fyri í fleiri av teimum, er sum ein undirstreymur í stór-um parti av tekstunum, og viðhvørt hevur hann høv-uðsleiklutin eitt ørindi ella bæði tvey. Undir Íslandi ber skiparin eg?num boðini, at pápin er deyður, og hann ger hesa niðurstøðu: »Ikki fyrr enn tú missir teg sjálv-an burtur, / byrjar tú at hóma, hvør ið tú ert«. Við pápanum hevur frá-søg-u-maðurin mist ein fittan part av sínum grundarlagi og helv-tina av sínum uppruna.
»Pentur« leggur fyri við at tosa um deyðan - »eg veit ikki, hvar eg fari, tá eg doyggi« - og endar við hesi vøkru lívsjáttandi sam-an-fat-an-ini av tilveruni: »Lívið er júst tað, sum tað er. / Og eitt lítið sindur aftrat«. Will-i-am Heinesen rennur tær aft-ur í hug. Seinasta søg-u-savnið hjá honum, »Laterna Magica« frá 1985, hevur eis-ini deyðan sum drív-megi. Lagt verður fyri við at tosa um ferjumannin Kar-on, sum bíðar niðri á brúnni, meðan endasøgan er eitt eld-gos av dionysiskari lívs-kraft. Lív og deyði gera eina ringrás og tín persónligi deyði fær ikki alt at steðga upp. Lívið heldur fram.
Seinasta yrkingasavnið hjá Jóanesi Nielsen er merkt av stórari lívskenslu, eini nærum William Hein-e-sensk-ari kosmiskari eind-ar-kenslu, har vit øll eiga lut í ævinleikanum, og eingin er fordømdur. Uttan kanska kradd-ararnir. Hóast ber-sagn-ar politiskar yrkingar ikki tróta, so kennist savnið ógvuliga persónligt, yrkj-ar-in setir allatíðina seg sjálvan í veð. Jú meira persónligur og medmenniskjaligur yrkj-ar-in gerst, jú meira int-er-na-t-i-onalur er hann, jú meira beinleiðis politiskur, jú meira ger heimakúgvin vart við seg. Hans Magnus En-zens-berger sigur einastaðni, at tann politiska uppgávan hjá yrkingini er at seta seg upp ímóti øllum politiskum uppgávum. Vart skal gerast við, at hetta verður sagt av einum stak politiskum yrkj-ara.
Yrkingarnar í »Pentum« eru á tremur av lívi og lagn-um, summar av teimum eru eisini bæði fúlar og grovar - og rokaðar við lívshugi. »Upp í lógvan av halleluja« endar við rakstrarrópinum: »Fisudyrkarar um allan heim: / standið saman!« Jó-anes Nielsen vágar, har onn-ur aftra seg.
Høvundurin er framúr kring-ur at seta fyribrigdir saman, sum vanliga ikki verða samanborin, og hann hevur hugflog at flyta seg heim úr heimi. Jóanes Niel-sen er eitt groteskt skald í ætt við bæði Rabelais og William Heinesen, og »Pent-ur« er eitt gott yrking-a-savn.