Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár

Um tikið verður rívan til, kostar Kalsoyartunnil 600 mió. Tunnilin fer niður norðanfyri ferjuleguna á Syðradali, og upp í Klakkinum. Tunnilin er 3,7 km.

Soleiðis skrivar fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, sum eisini er bóndi á Syðradali á Kalsoynni.

 

Hann greiðir soleiðis frá:

 

Helvtin - 300 mió verða fíggjaðar á Løgtingsfíggjarlógini (LFL). Hin helvtin við láni, 3 % rentu og afturgjaldstíð á 20 ár. Tá skulu 20 mió gjaldast í rentum og avdráttum árliga, til tunnilin er afturgoldin.

 

Árligi rakstrarkostnaðurin er 3,75 mió. Útreiðslurnar til lán, rentur og rakstur verða 23,75 mió um árið tilsamans.

 

Siga vit, at 250 bilar koyra um samdøgri, og meðalkostnaður fyri túrin 70 kr., verða árligu inntøkurnar 6,4 mió.

 

Nettoútreiðslurnar verða 17,35 mió um árið, til lánið er goldið.

 

Á LFL í ár eru játtaðar 4,1 mió til ferjulegur og 56,5 mió til kalsoyarferju (LFL s. 102 og 107).

 

Verður ferjuætlanin slept, kunnu 59,6 mió setast í Kalsoyartunnilin í ár. Tá resta 240,4 mió í á LFL.

 

Játtaðar eru 76 mió í 2027, og 62 mió í 2028 til kalsoyarferju (LFL s. 108). Hesar verða fluttar í tunnilin. Írestandi upphæddin verður fíggjað frá 2029 til 2031. Sí talvu niðanfyri:

 

##med2##

 

Við slíkari ætlan, verður koyrandi í Kalsoynna um 8 ár.

 

Til samanberingar varð Norðoyatunnilin fíggjaður við 60 % á LFL, og 40 % við láni. Verður sami myndil nýttur, verða 240 mió at fíggja við láni heldur enn 300. Tá vera árligu nettoútreiðslurnar 13,45 mió til lánið er goldið.

 

Óðansæð myndil, er tunnil væl bíligari enn ferja í longdini, serliga tí at ferjan er nógv dýrari í rakstri.

 

Í nyttuvirði ber ikki til at samanbera tunnil og ferju. Tey eru, sum dagur nátt.

 

##med3##

 

Bjørn Kalsø, tá hann sum landsstýrismaður í mentamálum setti hakan í til byggingina av Glasi