Koyrdi alt ov skjótt – við ongum koyrikorti

Ígjárkvøldið vórðu tveir bilfarar tiknir fyri at koyra nakað væl skjótari enn loyvt er

Í gjárkvøldið steðgaði løgreglan tveimum bilum, sum koyrdu alt ov skjótt. Løgreglan var bilin umat slóða vegin fyri einum treylara við stórari og tungari last eftir Kaldbaksvegnum, tá ið løgreglufólkini bóru eyga við ein bil, sum koyrdi alt ov skjótt.

 

Tá ið ferðin varð máld, vísti tað seg, at hann koyrdi 108,5 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80.

 

Tað gevur eitt klipp í koyrikortið, men tá  ið løgreglan vildi sleppa at síggja koyrikortið hjá bilføraranum, hevði hann einki koyrikort. Løgreglan sigur, at tað vísti seg, at hann hevði mist koyrikortið – fyri at koyraov skjótt, og hóast hann kundi havt tikið tað aftur, var hann ikki komin so langt.

 

Tað er eitt lógarbrot í sær sjálvum, sum hann fær bót fyri, afturat bótini fyri at koyra ov skjótt.

 

Stutt eftir var ein annar bilførari tikin Ímillum Fjarða og hann koyrdi við at kalla somu ferð, sum tann fyrri, so hann fær eisini eitt klipp í koyrikortið.