Í umleið tjúgu ár stýrdi generalurin Rashid Dostum tí norðara partinum av Afghanistan, og hann gjørdist skjótt kendur sum ein sera harðrendur krígs-harri, sum bæði píndi og myrdi sínar mótstøðumenn.
Nú hevur Hamid Karzai, forseti, tilnevnt fyrrverandi krígsharran ovasta fyri tí nýggja afghanska stjórnarherinum. Tá Reuter-tíðindastovan spurdi talsmann forsetans um krígvbrotsverkini hjá fyrrverandi krígsharranum, svaraði hann stutt:
? Tað er eitt heilt annað mál, og eg haldi, at í framtíðini eiga allir afghanar at fáa høvi at gera sína skyldu.
Rashid Dostum stillaði upp ímóti Hamid Karzai á forsetavalinum, men tapti. Kortini hevur hann stórt vald, og Karzai hevur sett hann til herovasta fyri at sleppa undan at fáa hann ímóti sær.
Avgerð forsetans er djørv, tí Rashid Dostum er lagdur undir at hava framt ein hóp av krígsbrotsverk-um í áttati- og nítiárunum. Tað vóru eisini hansara hermenn, sum kvaldu fleiri hundrað talibanar við at steingja teir inni í lufttøttum bingjum undir krígnum í 2001.
Undir valstríðnum upp undir afghanska forsetavalið almannakunngjørdi amerikanski felagsskapurin Afghanistan Justice Watch eina frágreiðing um avrikini hjá Rashid Dostum í árunum frá 1978 til 2001. Longu tá gitti felagsskapurin, at Dostum og aðrir krígsharrar fóru at fáa leiðandi størv í tí nýggja af-ghanska stjórnarherinum, og at USA fór at venda tað blinda eygað til. Sambært AJW vil USA heldur hava gagn av krígsharrunum í bardaganum ímóti yvirgangi enn at kanna teirra krígsbrotsverk.