Avstralska heilsuverkið má nú viðurkenna, at bardagin hjá Kylie Minogue hevur sett sín dám á avstralska samfelagið.
Minogue fekk í 2005 staðfest bróstkrabba og síðan tá hava sera nógvar kvinnur vent sær til sjúkrahúsini fyri at verða kannaðar. Hetta rópar Dr. Helen Zorbas frá National Breast and Ovarian Cancer Center fyri Kylie-effektina.
- Kylie-effektin hevur økt mongdina av kvinnum, sum bíleggja sær tíð til mammografi, men nógvar teirra eru undir 40 ár og tá riggar mammografi?in ikki, sigur hon.
Ístaðin vil hon tilmæla øllum yngri kvinnum at læra kropp teirra væl at kenna og vera varar við, um broytingar koma fyri.