- Krabbi er onki fjas

Runt á Summarfestivalinum hava fleiri ungar gentur gingið og deilt faldarar út. Tær koma frá Undurlív, og arbeiða tær fyri, at kvinnur skulu koppsetast móti lívmóðurhálskrabba.

 

- Vit ganga runt og tosa við gentur og mammur teirra og royna at upplýsa um vandan við lívmóðurhálskrabba, sigur Daisy Saxov.

 

- Við eini koppseting er tað vísindaliga prógvað, at tú minkar um sannlíkindini fyri at fáa lívmóðurhálskrabba við 70%, sigur Gunn Vang Poulsen.

 

Í fjør gingu tær frá Undurlív eisini á Summarfestivalinum og deildu faldarar út.

 

- Nú tykist tað sum, at fólk kennir betur til okkara endamál, og eru tey meira opin fyri tí enn í fjør, sigur Angajo Eidesgaard.

 

- Tey flestu, sum vit møta eru blíð og opin. Men nógv halda eisini, at koppsetingin er nakað fjas, tí tey hava hoyrt hetta og hatta um koppsetingina, sigur Durita Djurhuus Poulsen, - men krabbi er ikki nakað fjas, og koppsetingin kann veruliga bjarga lívinum á nógvum gentum.

 

Fleiri eru longu koppsett, og vurdera genturnar, at yvir helvtin av Føroya konufólki eru koppsett.

 

- Tær resterandi mangla enn. Vit hava valt at leggja okkum serliga eftir 15-26 ára gomlum gentum, men eisini eftir mammum teirra, sigur Annetta Eidesgaard.

 

Vónandi fer tað at eydnast gentunum frá Undurlív at fáa allar føroyskar gentur koppsettar innan stutta tíð, tí hví ikki lata seg koppseta móti tí einasta forminum fyri krabba, sum í dag er møguligur at koppsetast móti?