Tíðindaskriv:
Løgtingið viðger í løtuni pensjónslóggávuna, har fokus einamest er á at hækka pensjónsaldurin frá 68 til 69 ár. Hetta fyri at vit øll skulu arbeiða longur og fáa færri veitingar frá tí almenna, nú væntaða livitíðin er hækka fyri miðalføroyingin. Men politiska skipanin eigur eisini at taka hædd fyri, at væntaða livitíðin er ymisk fyri ymsu fakbólkarnar á arbeiðsmarknaðinum. Summir bólkar liva longri enn aðrir, og tí eigur politiska skipanin at broyta pensjónsskipanina.
Tað er ein grundleggjandi fortreyt í eini rættvísari egnari pensjónsskipan, at tú í høvuðsheitum fært aftur tað, tú sjálvur hevur spart upp. Men í Føroyum er veruleikin ein annar fyri nógvar fakbólkar.
Í dag krevur lógin, at 45 % av pensjónsuppsparingini skal rindast út sum lívslong veiting við nøkrum fáum undantøkum. Lívrenta er ein skipan, har tú fært útgoldið hvønn mánað, so leingi tú livir – men um tú doyr stutt eftir pensjón, fellur lívrentan burtur, og pengarnir fara ikki til maka ella børn.
Hetta verður ofta lýst sum ein tryggleiki fyri bæði einstaklingin og samfelagið. Men fyri nógv handverks- og arbeiðsyrki er hetta í roynd og veru ein systematiskur vandi.
Akademikarar liva longri enn handverkarar
Aktuarar staðfesta, at slík skipan viðførir eina umfordeiling frá teimum, sum liva styttri, til tey, sum liva longri. Hetta er væl dokumenterað í Danmark: Akademikarar liva í miðal 6-7 ár longri enn ófaklærd og handverkarar. Tað er einki, sum bendir á, at munurin er minni í Føroyum.
Tá ymiskir bólkar eru í somu lívrentuskipan, og pensjónsaldurin er tann sami, fer ein umfordeiling altíð at henda. Hetta er ikki ein áskoðan, tí tað er aktuarfaklig staðfesting: Tey, sum liva styttri, rinda til tey, sum liva longri. Staðfestast kann eisini, at kvinnur liva longri enn menn.
Ongin trygd fyri eftirsitandi
Í Føroyum er tað ikki longur møguligt at tekna hjúnarfelagseftirløn í livrentuskipanunum. Tað merkir, at um ein handverkari doyr fá ár eftir, at hann er farin á pensjón, missir familjan stóran part av uppsparingini, hóast nógv er eftir av pensjónsuppsparingini.
Í Danmark og Íslandi er støðan ein onnur. Har bjóða pensjónskassar skipanir, har eftirsitandi hjúnarfelagin fær 60–70 % av lívrentuni, ella har eftirlætistrygd er í kollektivu skipanunum.
Ein av orsøkunum til, at pensjónskassar í Danmark eru skipaðir eftir fakbólkum, er júst henda: Arbeiðarar og akademikarar hava ymiska væntaða livitíð, og tí er órímiligt at hava tey í sama felagskassa. Í Føroyum er tað ikki realistiskt at býta pensjónsskipanina neyvt upp eftir fakbólkum. Og hóast tað hevði verið meira rættvíst at havt ein lægri pensjónsaldur fyri handverkarar, so er tað neyvan politiskt realistiskt.
Loysnin er at tillaga lívrentupartin
Tá allar aðrar loysnir eru burtur, stendur ein eftir: Pensjónslógin má broytast.
Antin má:
- obligatoriski lívrentuparturin takast burtur, ella
- minkast munandi, so fólk sjálvi betur kunnu velja, hvussu nógv skal bindast í lívrentu, og hvussu nógv skal tryggja familjuna.
At halda fast í verandi skipan merkir at halda fast í eina skipan, sum systematiskt flytur pening frá teimum, sum arbeiða hart og liva styttri, til tey, sum liva longri. Og tað merkir eisini, at einstøku húskini í minni mun kunnu hugsa um tey eftirsitandi við pensjónini. Tey eftirsitandi verða sostatt fíggjarliga verri fyri, sum aftur kann viðføra hægri útreiðslur fyri landskassan.
Einasta avmarkingin á lívrentupartin í verandi skipan er, at lívslanga veitingin ongantíð kann vera kravd hægri enn 40% av eini arbeiðaraløn. Upphædd, ið er oman fyri ta kravdu lívslongu veitingina, kann flytast til lutaeftirlønarsamansparingina, um eftirlønaravtalan væl at merkja loyvir hesum.
Um lívslanga veingin er 40% av arbeiðaralønini, krevst at pensjónsuppsparingin er yvir 6 milliónir krónur. Tí 45% av pensjónsuppsparingini skal tá deilast út yvir 20 ár, sum er væntaða restlivitíðin sum pensjónist. So tað eru bert limir við eini pensjónsuppsparing størri enn 6 milliónir krónur, sum kunnu avmarka lívrentupartin í verandi lóggávu.
Ein handverkari, sum fær 35.000 krónur í mánaðarløn og rindar 12% til egna pensjón, savnar sær minni enn 3 milliónir krónur í dagsins krónum við einum realavkasti á 2%. Sostatt verður 45% av uppsparingini útgoldin sum lívrenta og kann tí ikki arvast.
Tað er ikki eitt neyðugt ella skynsamt val. Tað er eitt politiskt val.
Og tað er eitt val, sum eigur at verða broytt. Løgtingið hevur eitt gylt høvi at broyta hesar ásetingar, nú tey allíkavæl ætla at gera tillagingar í pensjónslóggávuni. Og tá tey helst ikki eru sinnaði at innføra ymiskar pensjónsaldrar fyri ymiskar fakbólkar, mugu tey tillaga lívrentupartin, so hendan órættvísa skipanin ikki heldur áfram.
Nevndirnar í handverkarafeløgunum











