Myndugleikarnir í Moskva siga, at ongar avtalur vórðu undirskrivaðar, tá norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, var á vitjan í Russlandi.
- Her vórðu hvørki hernaðarligar ella aðrar avtalur undirskrivaðar undir vitjanini, siga myndugleikarnir í Kreml.
Tað hevur annars ljóðað, at Kim Jong-un skuldi hjálpa Vladimir Putin, forseta Russlands, við vápnum og lóðuri til kríggið í Ukraina.
Umfatandi revsititøk eru annars sett í verk móti Norðurkorea, eitt nú av ST-trygdarráðnum, har Russland er fastur limur.
Nú siga so myndugleikarnir í Kreml, at her eru als ongar avtalur undirskrivaðar undir vitjanini hjá Kim Jong-un í Russlandi í vikuni.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag, sum eisini aðrir miðlar endurgeva.