Kreppan hóttir framtíðina hjá ES

Franski uttanríkisráðharrin, Alain Juppe, sigur, at fíggjarkreppan í Evropa vísir, at tað er ein spurningur, um Evropasambandið hevur nakra framtíð. Tað sigur hann við franska blaðið L'Express.

Alain Juppe sigur, at kreppan setir spurningar um gongdina í ES - ikki bara tey seinastu tjúgu árini, síðani Maastricht-sáttmálin bleiv gjørdur, men líka síðani sjálva stovnanina. Eftir hansara tykki er ein veruligur vandi fyri, at skuldarkreppan í evruøkinum kann gera enda á evruni og elva til álvarssamar avleiðingar fyri alt sambandið.

Franski uttanríkisráðharrin sigur at enda, at tað hevur ongantíð verið so umráðandi at verja evruna og Evropasamveldið sum nú.

-Vit eru komin ov langt til at steðga nú, sigur Alain Juppe.