Kreppan kostað Danske Bank 92 mia. krónur

Síðani fíggjarkreppan tók seg upp í 2008, hevur hon kostað tí størsta danska bankanum, Danske Bank, 92,2 milliardir konur í niðurskrivingum og øktum útreiðslum. Tað sigur bankin í Børsen í dag. Uppgerðin er frá 30. september í fjør.

Christian Hede, sum er greinari í Jyske Bank, sigur, at í veruleikanum er missurin hjá Danske Bank størri, enn uppgerðin vísir, tí hon umfatar ikki øll tey viðskiftafólkini, sum bankin hevur mist til aðrar peningastovnar hesi árini. Talan er um nógv túsund viðskiftafólk.

Forstjórin í Danske Bank, Eivind Kolding, sigur við Børsen, at tølini hjá bankanum vísa, at tann danski fíggjarheimurin hevur ikki verið í størri kreppu tey seinastu 70 árini. Hann leggur afturat, at tær ringu tíðirnar eru um at vera av.

Í uppgerðini eru tær 92,2 milliardir krónurnar settar soleiðis saman:

Niðurskrivingar í Danmark: 29,2 mia.

Niðurskrivingar í Írlandi og Norðurírlandi: 25,4 mia.

Aðrar niðurskrivingar: 20,1 mia.

Bankapakkar: 9,2 mia.

Hybridlán: 7,9 mia.

Innskjótaratrygd: 0,4 mia.