Krevja mann varðhaldsfongslaðan fyri innbrot í Havn

Seinastu tíðina hava verið sera nógv nógv innbrot í Havn. Og soleiðis var aftur í gjár.

Og í sambandi við eina fráboðan um innbrot, so handtók løgreglan í gjár ein mann, sum løgreglan hevur hevur samband við fleiri av innbrotunum seinastu tíðina. Tí verður hesin maðurin í dag framsettur í grundlógaravhoyring við kravi um, at hann verður varðhaldsfongslaður í málinum. Og av tí sama vil vaktleiðarin ikki siga meira um tað innbrotið í gjár, sum førdi til, at maðurin varð handtikin.

– Eg fái ikki sagt meira um málið, og tað er tí, at vit vita ikki, um tað eru fleiri persónar, sum møguliga eru knýttir at málinum, sigur vaktleiðarin. 

Hann fær heldur ikki avdúka aldurin á manninum, men sigur, at talan er um ein vaksnan tilkomnan mann.

Grundlógaravhoyringin verður í Føroyar Rætti klokkan 10, og so verður tað upp til dómaran at gera av, um maðurin verður varðhaldsfongslaður soleiðis, at løgreglan fær nakrar vikur at greiða málið, uttan at hann kann ávirka tað, ella um maðurin verður latin leysur aftur. Maðurin er nú varðhaldi hjá løgregluni.