Norðurlenska meistara kappingin í svimjinf verður nú komandi vikuskifti í Stokholmi.
ÍSB sigur, at fyri Føroyar ferð Krista Mørkøre úr Klaksvík at svimja og hon skal vera við í fimm kappingum, 50-100-400 frí, 50 firvald og 50 bringu.
Hetta er fyrstu ferð at Krista ferð at royna seg í opnum bólki, og tí eru tey spent vita, hvussu hon roynast í kapping við tey vaksnu.
- Kappingin er opin fyri onnur lond enn bara norðanlond at luttaka, og sum skilst, er luttøkan stór á hesum sinni, sigur ÍSB
- Krista hevur vant dúgliga fram ímóti hesari kapping, við tí fyri eyga at gera seg kláran til enn størri kappingar sum liggja fyri framman.