Tað gjørdist kontrisangarin Kristina Bærendsen, ið fór avstað við heiðrinum sum Ársins songkvinna í Popp/Rokk bólkinum. Tað kunngjørdi Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpi Føroya.
Talan er um triðju FMA-virðislønina, ið songkvinna hevur vunnið. Í 2015 vann hon heiðurin sum Ársins sangari og Ársins bólkur/einstaklingur í Folk/Country/Blues flokkinum.
Sangurin Crazy Foggy, ið Kristina Bærendsen gav út í fjør, var tilnevndur til Ársins Sang í ár, men vann Frosthvarv hjá Hamferð tann heiðurin.
Hini sum vóru tilnevnd til heiðurin sum Ársins songkvinna vóru Jóhanna Norðberg Niclasen, Elinborg Pálsdóttir, Lea Kampmann og Jenný Kragesteen.