Turið Kjølbro
Longu í morgin byrja jólasendingarnar fyri børn í Sjónvarpi Føroya. Hesa ferð verður tað 17 ára gamla Kristina Viderø Olsen av Skála, sum stílar fyri. Sendingarnar vera í høvuðsheitum brot úr gomlum jólasendingum umframt jólaklipp, sum Kristina ger.
- Tað verður lætt jólaprýði og klipp, sum børnini kunnu gera heima. Brotini, vit fara at vísa, eru úr Dólgunum, Vættrunum á Galdralondum og øðrum kendum og væl umtóktum sendingum, sum hava verið í SvF, sigur Kristina.
Kristina Viderø Olsen var liðug við 10. flokk í summar og starvsvenjingina í 10. flokki fekk hon í SvF. Í hesum umfari er tað ígjøgnum Ung í arbeiði, at Kristina er komin í Sjónvarp Føroya at arbeiða. Og hon hevur rættiliga fingið blóð á tonna.
- Mær dámar ógvuliga væl, og tað er akkurát nakað fyri meg at arbeiða kreativt. Eg eri rættiliga sloppin at royna meg, serliga á verkstaðnum, har eg havi gjørt lutir til ymiskar sendingar, og tað er helst har tey hava sæð, at eg havi evni fyri at gera ymiskt saman við børnum, greiðir Kristina frá.
Upptøkurnar eru farnar í gongd, og fyrireikingarnar um at verða lidnar. Góða hjálp fær hon frá Regini Patursson, sum arbeiðir á verkstaðnum í húsinum, bæði til tað kreativa og annars til sjálva framførsluna.
Kristina verður leys úr Sjónvarpi Føroya hálvan januar, og tá ætlar hon sær møguliga av landinum í skúla.
Jólasendingar byrja í morgin 28. nov. og verða sendar hvønn dag fram til jóla kl. 18.30.