Økt ferðslan krevur økta fyrireiking

Hundraðtals bilar koyra á hvørjum degi gjøgnum teir smølu tunlarnar á Borðoynni.
Nú, tann stóri Norðoyartunnilin letur upp, verður ferðslan økt mangar ferðir. Spurningurin er bert, um tunlarnir megna at gloypa hesi ferðsluni.


Hvønn einasta dag koyra beint niðanfyri 1000 bilar gjøgnum teir báðar tunlarnar á Borðoynni.
Nú Norðoyatunnilin letur upp í næstu viku er alt sum bendir á, at talið av bilum fer at vaksa munandi, kanska serliga í fyrstuni.
Hugsandi er, at fleiri fremmandir bilar fara at royna hesa nýggju farleiðina. Og helst eisini onkrir bilførarar, sum ikki eru vanir at koyra gjøgnum slíkar einsporaðar tunlar.
Hetta vita bæði Landsverk og løgregla, og teir fara tí at gera sítt til, at tann økta ferðslan skal ganga so snikkaleys sum tilber gjøgnum tunlarnar.
Landsverk ætlar at seta neyðug skelti upp við kunning um tunnilskoyring. Og løgreglan ætlar at vera á staðnum um forðingar koma í ferðsluna.
- Um nakað hendir inni í tunlunum so vita vit í øllum førum, hvat gerast skal, verður sagt av Politistøðini í Klaksvík.
Talan verður tó ikki um at hava løgreglufólk standandi við tunnilsmunnarnar, tá Norðoyatunnilin letur upp.
Men hendir nakað verða teir skjótir á staðnum.
 
Royndir
Løgreglan í Klaksvík hevur ikki beinleiðis nakrar mannagongdir fyri, hvat gerast skal í førum, har ferðslan verður tarnað gjøgnum Borðoyatunlarnar.
Teir hava tó royndir í og vitan um, hvussu ein á besta og skjótasta hátt kann leiða ferðsluna gjøgnum tunlarnar um óhapp ella ferðsluproppur er á skránni. Hetta hava teir m.a. gjørt tá grind hevur verið norðanfyri ella um ferðsluóhapp henda inni í tunlunum.
Hendir okkurt inni í tunlunum er tað teirra uppgáva at steðga ferðsluni við munnanar, og síðani leiða hana gjøgnum, til klárt er at koyra aftur.
Trupulleikin er nevniliga hann, at tunlarnir eru ein-sporaðir.
Hendir tí eitt ferðsluóhapp ella proppur kemur í, steðgar hetta allari ferðsluni.
 
 
Kunning
Landsverk hevur boðað frá, at teir ætla at seta upp skelti. Hesi skulu kunna fólk um, hvussu skilabest er at koyra gjøgnum hesar tunlar.
Her er ætlanin m.a. at vísa fólki á, at neyðugt er at halda góða fjarstøðu millum egnan bil og tann, ið koyrir frammanfyri. Á henda hátt kunnu bilarnir sleppa inn á víkiplássini uttan trupulleikar, tá teir møta mótkoyrandi ferðslu.
Sagt hevur verið, at hesi skelti skulu setast upp áðrenn tunnilin letur upp. Ímorgun var kortini einki skelti at síggja.
Hóast skeltini og hóast kunningina, er løgreglan klár at fara á staðið um nakað verður áfatt her.
- Okkara royndir vísa, at fólk eru rættiliga skjót at boða løgregluni frá, um okkurt er áfatt við tunlarnar, verður sagt av politistøðini.
 
 


Ferðsla í tunlunum
Landsverk hevur fleiri teljistøðir kring landið. Ein teirra er norðanvert Hvannasundstunnilin, har teir hava mátað ferðsluna tey seinastu árini.
Talið vísir øll akfør, sum í eitt ár fara um teljistaðið, og sum aftur eru býtt við talinum av døgum í árinum. Á henda hátt kemur ein fram til ársmiðalferðsluna um samdøgrið.
Miðaltalið av bilum sum hava koyrt eftir hesum vegastrekki hvønn dag í 2000 til 2004 hevur verið hetta:
2000: 716
2001: 847
2002: 894     
2003: 911
2004: 916