Økt virksemi uttan ovurhiting er kynstrið

Formaðurin í Búskaparráðnum hevur ikki sett seg inn í stóru tunnilsverkætlanina enn, men hann heftir seg við, at leisturin er royndur fyrr við góðum úrslitum. Hann heldur íløguna vera øgiliga stóra, og leggur dent á, at hon má stýrast, so hon skapar økt virksemi í Føroyum uttan ovurhiting av ávísum vinnugreinum

Ingolf S. Olsen

Ein byggiverkætlan fyri tvær milliardir krónur, sum skal fremjast innan lutfals­liga stutta tíð í einum lítlum bú­skapi sum tí føroyska, kann ikki annað enn hava stóra ávirkan, meðan hon er í ger.
Kynstrið er tí, at fáa sum mest burtur úr økta virk­seminum, uttan at partar av bú­skapinum – tær vinnur, sum í størstan mun sleppa upp í part at gera tunlarnar mill­um Suðurstreym og Skála­fjørð­in og millum Suður­streym og Sandoynna – verða ovurhitaðir.
Tað heldur Sverri Han­sen, formaður í Bú­skap­ar­ráð­num.
- Málið má verða at fáa so stóran eftirspurning eftir føroyskum veitarum sum gjørligt, so alt sam­felag­ið kann nýta gott av økta aktivitetinum. Men sam­stundis má ferðin á arbeið­num ikki verða so stór, at eftir­spurn­ingurin eftir summ­um veitingum, til døm­is lastbilum og last­bil­førar­­um, verður ov stórur. Tá er betri, at verkætlanin verður strekt í tíð, sigur Sverri Hansen.

Kend loysn
Hann hevur ikki sum so eina meining um, hvørt verk­ætlanin er búskaparliga skila­góð – enn í hvussu er.
- Eg kenni bara verk­ætlan­ina frá miðlunum, og havi ikki sett meg inn í smá­lut­ir­nar. Hetta er ein polit­isk loysn á einum máli, sum hevur ferðast aftur og fram í politisku skipanini og í almenna kjakinum í nógv ár eftirhondini. Nógv­ar útrokningar, sum eg havi sæð, hava víst, at Skála­fjarð­ar­tunnilin væl hevði latið seg gjørt at fíggja við ferðslu­ni sjálvari, meðan tað ikki hevði borið til við Sand­oy­ar­tunlinum. Henda ver­k­ætlan­­in er so ein saman­legging av teimum báð­um verkætlanunum og fær tingini onkursvegna at hanga saman, staðfestir Sverri Hansen.
Hann vísir á, at fígg­ing­ar­leist­ur­in við almennum grund­kapitali í einum al­menn­um partafelag er væl kend­ur bæði heimanífrá við Vágatunlinum og Norð­oya­tunlinum og við risaverkætlanum aðara staðir, til dømis Stóra­belts­brúgv­in í Danmark og Oyra­sunds­brúgvin, sum knýtir Dan­mark og Svøríki saman.
- Alt hetta er væl roynt áð­ur, og tá fíggingin skal fáast til vega, skal tað sum við øllum øðrum verkætlanum vigast ímillum, hvussu stór­ur eginpeningurin skal verða, og hvussu nógv skal fíggjast við láni. Tess størri egin­peningurin er, tess minni er váðin, og tess bílig­ari verður so láns­fíg­g­ing­in, sigur Sverri Hansen.

Ein arbeiðsmarknaður
Tó at hann ikki vil siga, um júst henda stóra tunnils­verk­æt­lanin er skilagóð ella ikki, hevur formaðurin í Búskaparráðnum eina hugs­­an um yvirskipaða týdn­­ingin av einum væl út­bygd­um innanoyggja sam­ferðsl­u­kervi.
- Eg vænti í øllum før­um, at Sandoy fær stóra nyttu burtur úr einum tunnils­sambandi, tí annars er vandi fyri, at fólkatalið mink­ar niður í onki har. Sæð yvir tíð er tað eisini gott fyri samfelagið, at øk­ini verða bundin saman, ikki minst tí, at vit tá fáa ein meira samanhangandi ar­beiðs­marknað, og tað er til stórt gagn fyri vinnu­na, sigur formaðurin í Bú­skap­ar­ráðnum.