Kuba endurtók í gjár eitt gamalt krav um at fáa økið við Guantanamo-víkina aftur, og at USA steingir ta nógv umrøddu fangaleguna har alt fyri eitt. Felipe Pérez Roque, uttanríkisráðharri, legði samstundis USA undir at pína fangarnar í leguni.
Guantanamo-víkin og økið við víkina hevur verið undir amerikonskum ræði í meiri enn eina øld. Í 1934 skrivaðu londini undir ein sáttmála, sum er soleiðis orðaður, at hann kann ikki sigast upp, uttan at bæði londini eru samd um at siga hann upp. Eftir sáttmálanum rindar USA 5.000 dollarar í leigu um árið fyri økið, men síðani 1959 hevur stjórnin hjá Fidel Castro sýtt fyri at taka ímóti pengunum.
Amerikanska stjórnin hevur ikki svarað tí seinasta kubanska kravinum enn.