Odd Bjellvåg er sannførdur um, at um tíðarfreistin ikki hevði verið ótrúliga stuttu 57 tímarnir, kundi bankin havt útvegað neyðugu íleggjararnar. - Eg haldi, at tað var eitt ótrúliga flott tilboð, vit fingu úr Íslandi, segði Odd Bjellvåg á tíðindafundinum yviri við Strond í gjárkvøldið.
Hann heldur, at størsta orsøin til, at tað ikki eydnaðist at útvega neyðugu 2,2 milliardirnar til at bjarga samlaða samtakinum, var sera stutta tíðarfreistin á 57 tímar.
- Innanfyri hesar 57 tímarnar høvdu vit fingið tilsøgn um eina milliard undir ávísum treytum, og eg eri onga løtu í iva um, at vit kundu havt savnað hinar 1,2 milliardirnar, um vit fingu eitt rímiligt skotbrá, segði Odd Bjellvåg.
Hann vísti á, at íslendingar framvegis tjena pengar, og at møguleikin hjá teimum at gera íløgur úti í verð ikki eru so stórar.
- Teir hava ikki nógvar aðrar møguleikar at gera íløgur enn í Føroyum, og íslandssáttmálin ger tað eisini lagaligt hjá teimum. So tað er ein upplagdur møguleiki, segði Odd Bjellvåg.
Sum alternativ nevndi nevndarformaðurin eisini Noregi, sum er stúgvandi fult av pengum.
- So at funnið neyðugu íleggjararnar haldi eg ikki hevði verið ein trupulleiki, um vit bert fingu eina rímiliga tíðarfreist, segði Odd Bjellvåg.