Tey, sum eiga fyrst jarber í frystibóksinim, skulu vera serliga varin, áðrenn tey verða sett á borðið
Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar í dag ímóti einum slagi av frystum jarðberum, nevniliga berum frá Coop.
Talan er um fryst jarðber av merkinum: Dit valg við 400 grammum í hvørjum pakka. Berini eru pakkað 6. oktober og tey eru best fyri 6. apríl. Lot nammarið er: L 16280, ogEAN strikukodan er: 7340011459514
Orsøkin til, at ávarað verður ímóti berunum, er, at norovirus var í eini stakroynd av berunum.
Novovirus elvir til Roskildesjúkuna við búksjúku kvalma, spýggju og leysum lívi. Summi fáa eisini høvuðpínu og pínu í liðirnar. Sjúkan vísir seg eitt til tvey samdøgur eftir at ein er smittaður, og sjúkan varar í tveir ella tríggjar dagar.
Tann, sum verður sjúkur skal minnast til at fáa ríkiligt at drekka, men nettupp tað elvir viðhvørt til trupulleikar, serliga hjá veikum og eldri fólki, ið ikki hugsað um tað, og tað er hent, at fólk, ið eru eldri ella sum annars eru veik, eru deyð av roskildesjúku, tí tey ikki hava drukkið nógv nógv.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki, sum liggja inni við hesum slagnum av jarðberum, um at blaka tey burtur, ella at lata tey aftur í handilin, haðani tey eru keypt.