Tað eru nú 46 ár síðani, at okkara fyrsta vaktar- og bjargingarskip, Tjaldrið varð bygt. Sostatt er tað eyðsæð, at tíðin er við at fara tí og tí er tað fleiri ferðir, at røddir hava verið frammi um at útvega nýtt skip.
Tjaldrið er so gamalt nú, at tað fáast ikki eykalutir til motorin longur, so fær tað maskinbrek, liggur tað, varð upplýst í Løgtinginum í áðni. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, sigur, at hevði okkurt av sjúkrahúsunum havt ein sjúkrabil, sum var 46 ára gamal, høvdu vit ikki hildið, at tað var so heppið og tí fer hann at virka fyri at finna eina loysn.
Í dag hevur Páll á Reynatúgvu reist málið á tingið og har upplýsti Árni Skaale, at tað ber til at fáa eitt skip, sum nú er vaktar- og bjargingarskip í Bretlandi fyri 110 milliónir krónur. Hann sigur, at tað lýkur at kalla øll krøv, vit seta til slík skip. Einasti vansin er, at Vørn vil hava at eitt slíkt skip skal hava eina trekk-kravt upp á 100 tons, men hett skipið hevur eina trekk-kraft upp á 94 - 96 tons. Tjaldrið hevur eina trekk-kraft upp á 24 tons og tað er alt ov lítið til nógv av teimum stóru skipunum, sum nú eru.
Politikarar halda, at tað er ein veruleikakendari loysn at keypa eitt brúkt skip, tí eitt nýtt skip kostar hundraðtals milliónir, og tað eru ikki nøkur útlit fyri tí við tí íløguætlan, sum nú fyriliggur. Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og fyrrverandi landsstýrismaður, sigur, at tað eru eisini væl hóskandi skip á sølulista í Noregi.