Kunnu verða seinkaðir eitt heilt ár

Lív og CIP eiga tilfar, sum landið má keypa, ella skal nógv arbeiðið gerast um aftur

Í sambandi við ætlanina at gera Eysturoyatunnilin, eru nógvar jarðfrøðiligar kanningar longu gjørdar.

Tær vórðu gjørdar av privata felagnum, sum upprunaliga skuldi gera tunnilin.

Og alt úrslitið av teimum kanningunum er framvegis á privatum hondum og nú eru tað Lív og Copenhagen Infrastructure partners, CIP, sum eiga tær.

Tað var CIP sum var um reppið at fáa rættin til at gera og reka Eysturoyartunnilin, til ætlanin varð steðgað síðsta summar.

- Fær landið ikki fatur á teimum úrslitunum, fer tað at fáa seinka ætlanini at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin upp til eitt heilt ár, sigur Kári P. Højgaard, tingmaður, og fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum.

Kári P. Højgaard sigur, at tá ið arbeitt varð við at bjóða Eysturoyartunlinum, út, varð roynt at keypa tilfarið frá privatu eigarunum.

Men hann sigur, at tá var prísurin fyri tilfarið 12 milliónir krónur, og tað vildi hann ikki rinda fyri tað.

Og nú Løgtingið viðgerð uppskotini um at gera Eysturoyartunnilin, og harnæst Sandoyartunnilin, vil Kári P. Højgaard hava at vita frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, um nøkur roynd er gjørd at fáa fatur á teimum kanningarúrslitunum

Hann sigur, at fæst ikki fatur á tí tilfarinum, skulu allar kanningarnar gerast um aftur og tað fer at seinka verkætlanini upp til eitt ár.

Jørgen Niclasen sigur, at ongar samráðingar hava verið um at fáa fatur á tilfarinum, men at tað er ein spurningur, sum skal kannast.

Men um landsstýrið keypir tað tilfarið, veldst um, hvat tað kostar og, hvat tað kostar at gera kanningarnar umaftur.

- Tað er ein spurningur, nýggja partafelagið, sum skal gera báðar tunlarnar, fer at kanna, sigur Jørgen Niclasen. Hann leggur afturat, eydnast ikki at finna eina semju, vildi tað verið undarligt.