Í dag tók Sporðdrekin móti Hamar. Tosað varð um ein hálvan finaludyst, tí at bæði liðini høvdu vunnið ein dyst móti hvørjum øðrum, og tapt hinar móti Ravni. Í fyrsta fjórðingi fór leikur javnt fram, men Hamar vunnu seg framum og endaði 12-17 til Hamar.
Í næsta fjórðingi vunnu Sporðdrekin seg aftur og fingu hálað seg inn aftur á javnt, so hálvleiksstøðan var 31 – 31. Í triðja fjórðingi høvdu Hamar takið á Sporðdrekanum og fóru framum 45 – 59.
Alt sá út til at vera avgjørt, men í fjórða og seinasta fjórðingi steðgaði mestsum alt upp hjá Hamar og Sporðdrekin fingu heili 25 stig, ímeðan Hamar bert fingu 4, so endaliga støðan bleiv 70 – 63.
Ravnur hevur tryggjað sær annað finaluplássið til finaluna, sum verður 20. mai 2017, men spenningurin er als ikki farin úr kappingini um hitt finaluplássið, tí tað verður mest sannlíkt, at ein lítil finala verður í síðsta umfari, tá Hamar tekur móti Sporðdrekanum.
Toppskorarar í dag vóru Magnus Jakobsen (Sporðdrekin) við 25 stigum og David Arge Galan (Hamar) við 16 stig. Næsti dystur verður leygardagin 8. apríl 2017, tá Hamar tekur móti Ravni.