Kvívíkingur vann trivaligan sigur

Kvívíkingur vann kappingina millum 8-mannaførini á Norðoyastevnu. Saman við Argjabátinum og Árnfirðingi fekk Kvívíkingur besta startin, og eina løtu var tætt millum hesar tríggjar bátarnar.

Men so fór Kvívíkingurin rættuliga at røra upp á seg. Hann tók seg meiri enn eina bátslongd frá Argjabátinum, meðan Árnfirðingurin dragnaði.

Í endaspurtinum var eingin ivi. Kvívíkingur var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Argjabátin, sum var FM vinnari í 2009.

Veðrið hevur verið ógvuliga gott í Klaksvík, og tað er tað framvegis. Sólin hevur verið frammi, men nú er tað eitt sindur tjykri aftur. Tó er eingin vandi fyri, at róðurin millum 10-mannaførini fer at verða avgreiddur.

 

8 mannafør

1 Kvívíkingur 07:22.09

2 Argjabáturin 07:25.14

3 Árnfirðingur 07:35.05

4 Fríggjarin 07:39.00

5 Ørvur 07:40.15

6 Knørrur 07:59.13