Eftir at hava tapt allar tríggjar dystirnar í bólkaspælinum í Algarve Cup ímóti Portugal, Rumenia og Eysturríki, spældu Føroyar seinnapartin í gjár aftur ímóti Eysturríki, nú plaseringarnar tvørtur um allar tríggjar bólkarnar skuldu avgerast. Hetta var dysturin um 11. plássið í kappingini, ið tilsamans fevndi um 12 landslið.
Tíverri gjørdist endin hjá føroysku kvinnunum eitt stórtap, tí Eysturríki vann 6-0, eftir at tað hevði verið 0-0 í hálvleikinum. Í fyrra hálvleiki spældu føroysku kvinnurnar væl og høvdu eitt nú eini tvey vandamikil fríspørk uttan fyri eysturríkska brotsteigin. Men spurningurin var so, um orkan fór at røkka til síðstu trý korterini, tí nú vóru tær føroysku blivnar nakað moyrar.
Á regnváta vøllinum José Arcanjo Stadium í Olhão vísti tað seg tó ikki at bera til at halda stand eftir steðgin, og bara fáar minuttir inn í seinna hálvleik hevði Eysturríki lagt seg á odda 1-0, og so fór tað bara at ganga ein veg. Mitt í hálvleikinum fóru trý mál ígjøgnum eftir bara fimm minuttum, áðrenn eysturríksku kvinnurnar ímóti endanum fingu tvey mál aftrat og sostatt vunnu stórt.
Framstig hóast tap
– Framstig eru gjørd í spælinum fyri hvønn dyst, sjálvt um vit bara hava tapt, men hetta er so nógv sterkasta mótstøða, vit nakrantíð hava fingið í einari kapping, staðfesti Álvur Hansen, landsliðsvenjari, eftir seinasta dystin á Portugal-ferðini, áðrenn farið var at hyggja at finaluni millum Týskland og USA.
– Fyri okkara viðkomandi er henda tíðin á árinum kanska ikki tann besta til kapping, tí okkara egna kapping er jú ikki í gongd. Vit hava tó roynt at vant so nógv, sum møguleiki hevur verið fyri, men tíverri hevur kavin darvað venjingini nú í longri tíð, so vit hava ikki verið so nógv á vøllinum, sum vit kundu ynskt okkum.
Sjálvt um úrslitini ikki vóru til vildar niðri í Algarve, so heldur landsliðsvenjarin, at spælararnir kortini hava fingið nakað burturúr, tí liðið í meiri enn eina viku hevur verið í einum professionellum umhvørvi saman við heimsins bestu kvinnuligu spælarum.
– Upp á henda mátan kunnu okkara spælarar í øllum førum síggja, hvat skal til fyri at gerast enn betur, sigur Álvur Hansen.