Kvinnulig valevni dystast

Týskvøldið klokkan 19 skipar Kongshavnar Kvinnufelag fyri politiskum pallborðsfundi í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum við kvinnuligum valevnum. Byrjað verður við einum framløguumfari, har hvør kvinna fær tveir minuttir til sína framløgu.

Evnini, sum verða viðgjørd á fundinum, eru 1) Vælferð, 2) Skattapolitikkur, 3) Høgra vinstra politikkur og 4) Hvat skal raðfestast hægst komandi valskeið.

Siðan verður orðskifti millum flokkarnar. Tíð verður eisini sett av til spurningar úr salinum, har hvør flokkur fær tveir minuttir at svara.

- Fundurin endar við einum stuttum umfari, har hvør flokkur fær høvi at taka samanum, sigur Kongshavnar Kvinnufelag.

Felagið leggur aftrat, at øll eru vælkomin í Kvinnufelagshúsið á Glyvrum til politiska pallborðsfundin týskvøldið við kvinnuligum valevnum, og orðstýrari verður Rønn Eliasen.