Kvinnur ikki líka fyri lógini

Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna hjá Tjóðveldisflokkinum, heldur ikki, at allar føroyskar kvinnur eru líka fyri fosturtøkulógini. Tær, sum hava fíggjarliga ella sálarliga orku til at fara niður at fáa fosturtøku, fara. Meðan tær, ið ikki hava neyðugu orkuna, verða í Føroyum og eiga barnið, vísir tingkvinnan á

? Føroyska fosturtøkulógin forðar ikki fosturtøku. Tað sigur Annita á Fríðriksmørk á heimasíðuni hjá Tjóðveldisflokkinum. Her hugsar hon um, at tær føroysku kvinnurnar, sum vilja hava fosturtøku, men ikki fáa hana í Føroyum, kunnu fara niður. Men so eru tað nakrar, sum ikki hava fíggjarligu ella sálarligu orkuna til at fara niður, og tískil mugu tær føða barnið.
? Tað ger, at allar føroyskar kvinnur ikki eru líka fyri lógini, vísir Annita á.
Hon leggur afturat, at tað er tað sama galdandi, tá tað kemur til kommunulæknan.
? Á bygd eru kvinnurnar ikki líka væl fyri, sum kvinnur í Havn. Tí í høvuðsstaðnum hava vit jú fleiri kommunulæknar, og tað frættist skjótt, hvør lækni er so mikið liberalur, at hann finnur ein ella annan útveg, so at ein kvinna kann fáa eina fosturtøku. Tað er ikki galdandi í bygdum, har kanska bara tann eini læknin er, sigur Annita á Fríðriksmørk, sum samanber føroysku fosturtøkulógina við eina harmoniku.
? Ein liberalur lækni kann altíð finna ein ella annan máta at geva einari kvinnu fosturtøku uttan at bróta verandi lóg, sum hon er í dag. Men um vit fingu fría fosturtøku, so hevði ein lækni sum noktaði at geva fosturtøku brotið lógina, sigur Annita.
Annita heldur ikki, at tað kann vera rætt, at tað veldst um, hvønn hugburð eins kommunulækni hevur til málið, um ein kvinna fær fosturtøku ella ikki.
Hon heldur fram, at tað er jú sera ójavnt, hvussu læknarnir síggja upp á slíkt, og tískil kann tað koma at vera læknin, sum situr við tí avgerandi orðinum, og tað heldur Annita er beinleiðis skeivt.

Kvinnumál
Annita er fyri fríari fosturtøku, og tað hevur tingkvinnan ongantíð lagt nakað skjól á. Ei heldur er hon bangin fyri, at tað kann skaða hennara egna politiska yrkið.
? Veljarin skal vita, hvar hann hevur meg. Eg skal ikki ganga aftan á honum, um ein kann siga tað so, sigur hon og leggur afturat, at hetta er ikki nakað nýtt í sjálvum sær. Annita segði eisini undir seinasta valstríðið, at hon er fyri fríari fosturtøku.
Men hon greiðir frá, at soleiðis hevur tað ikki altíð verið.
? Fyri nøkrum árum síðani helt eg ikki, at frí fosturtøka var tað rætta, men tað er broytt í dag við at eg havi munandi meira vitan um hetta, sigur Annita, sum ikki er í iva um, at endaliga avgerðin eigur at liggja hjá kvinnuni.
? Fosturtøka er ein sera álvarslig og stór avgerð, men tað kemur fyri, at gentur ella kvinnur koma í eina støðu, har fosturtøka er einasta valið fyri tær. Og at føra fram, at kvinnur við fríari fosturtøku fara at nýta tað sum fyribyrging, er púra burturvið, heldur løgtingskvinnan.
Annita sigur sjálv, at á ein ella annan hátt, so kennir hon tað sum sína ábyrgd at standa fram og royna at fáa glið á kjakið um fría fosturtøku, tí hon sjálv er kvinna.
? Kvinnan er tann, sum er næst hesum kjakinum. Harvið sigi eg ikki, at menn ikki hava eina meining um hetta og taka orðið á tingi, men jú, á ein ella annan hátt, so kenni tað sum mína ábyrgd, viðgongur hon.
Annita er eisini sannførd um, at um kvinnurnar vóru betur umboðaðar á tingi, á formanspostum ella í landsstýrinum, so hevði meira ljós verðið varpað á hetta málið, sum er so eymt og kensluborið fyri mong.
? Fosturtøka er ein spurningur um kvinnulig rættindi, staðfestir Annita.

Vantandi orðaskifti
Annita vísir eisini á, at ov lítið orðaskifti er um júst hetta málið.
Tískil er hon farin í holt við at orða ein fyrispurning til landsstýrismannin við tí fyri eyga at fáa eitt orðaskifti í gongd.
Kjakið um fría fosturtøku er aftur við at blussa upp, orsakað av ætlaninunum hjá Kvindeligt selskab og Kamal Qureshi at seta á stovn ein grunn til føroysku kvinnurnar, sum velja at fara til Danmarkar at fáa eina fosturtøku.
Í viðmerking sínari sigur løgtingskvinnan seg vænta, at grunnurin ikki fer at fáa nakra umsókn.
? Føroyaskar kvinnur, sum velja at fara av landinum til tess at fáa eina fosturtøku, gera tað so diskret, at tað síðsta tær kunnu finna uppá, er at søkja ein danskan grunn um stuðul, heldur Annita á Fríðriksmørk.
Annita greiðir frá, hon hevur fingið at vita frá politikarum í eitt nú Danmark, at síðani meira varð gjørt fyri at upplýsa um fyribyrging, er talið á fosturtøkum lækkað.
? Tá Finnland kom í kreppu herfyri, gjørdu tey av at lækka játtanina til upplýsing um fyribyrging. So er tað nokk so áhugavert, at talið á fosturtøkum fór upp, sigur hon og vísir á, at um frí fosturtøka skal verða í Føroyum, so má og skal størri dentur leggjast á upplýsing um fyribyrging.