Gunna Thomsen
Kvinnudagurin er farin aftur um bak. Nær er forrestin mannadagurin? (orðið stendur ikki í orðabókini).
Vit hava fingið at vita, at ongin kvinna er í leiðandi starvi í Føroyum, sambært Útvarpi Føroya 08.03.01, og Augustu Mikkelsen í Sosialinum 10.03.01.
Tað tykist løgið at lesa og hoyra, at ongin kvinna er í leiðandi starvi.
1. Hægsta starv í Føroyum ? skrivstovustjórin í Løgtinginum ? er KVINNA.
2. Hægsta starv í Landsstýrinum ? skrivstovustjórin ? er KVINNA.
3. Ríkisumboðið er KVINNA.
4. Stjórin á Almannstovuni er KVINNA.
5. Stjórin á ALS er KVINNA.
6. Stjórin á Rúsdrekkasølu Landsins er KVINNA.
7. Stjórin í Norðurlandahúsinum er KVINNA.
8. Apotekarin í Havn er KVINNA.
9. Apotekarin í Klaksvík er KVINNA.
10. Stjórin á størsta hotelli í Føroyum er KVINNA
11. Av trimum líkastillaðum stjórin á Landssjúkrahúsinum eru tvær KVINNUR.
12. Stjórin á Handilsskúlanum á Kambsdali er KVINNA.
13. Stjórin á Eysturskúlanum (størsta fólkaskúla í landinum) er KVINNA.
14. Skúlastjórin á Giljanesi er KVINNA.
15. Skúlastjórin í Kollafirði er KVINNA.
16. Skúlastjórin í Skopun er KVINNA.
17. Allir barnagarðar í Føroyum eru stýrdir av KVINNUM.
18. Allar deildir (sjúkrarøktin) á sjúkrahúsunum eru stýrdar av KVINNUM.
19. Ellis- og røktarheim (minus eitt) eru stýrd av KVINNUM.
20. Hvíldarheimið er stýrt av KVINNU.
21. Øll sjúkrarøkt í Føroyum er stýrd av KVINNUM.
22. Øll heim í Føroyum eru stýrd av KVINNUM.
23. ÁBYRGDARBLAÐSTJÓRIN á Dimmalætting var KVINNA, men er nú vald í politiskt starv.
24. Í mínum nærumhvørvi: Prestur er KVINNA. Keypmaðurin er KVINNA.
Vestmanna kommuna varð einaferð stýrd av monnum. Øll vita hvussu har gekst. Kvinnur í býnum tóku sær um reiggj og væl gekk. Vestmanna kommuna er nú stýrd av kvinnum og nú stendur væl til har.
Farið ein túr til Kollafjarðar. Borgarstjórin var einaferð KVINNA. Mannfólk komu síðan til, og hvar er Kollafjarðar kommuna í dag? BURTUR!!!
Góðu kvinnur í Føroyum, verið góðar við heim tykkara, børn tykkara og ikki minst við menn tykkara. Latið teir so bara gera tað skitna arbeiði. Tá vit hava fingið loysingina, skulu vit kvinnur nokk standa klárar at hjálpa og redda stumparnar eins og kvinnurnar í Vestmanna gjørdu á sinni.