Vestmanna: valskeið er skuldin hjá Vestmanna Kommunu minkað við 14 milliónum. Tá verandi bygdarráð tók við, var kommunuskuldin fýra álíkningar, meðan hon í dag er góðar tvær. Tó er skattainntøkan vaksin úr 20 til 25 milliónir.
Hóast tað hava verið trongar tíðir í Vestmanna, síðan kreppan tók seg upp, er einki fólk flutt úr bygdini av týdningi. Vestmenningar tóku tolnir við tí, sum kom, og stóðu saman um at gjalda tað aftur, teir skyldaðu. Treyðugt so. Onkur fór, men fleiri eru afturkomin. Og arbeiðsloysið hevur ikki verið í Vestmanna, greiða bygdarráðslimirnir Hervør Durhuus og Mia Petersen frá.
Vit sita inni á kommunuskrivstovuni í Vestmanna. Har eru bara kvinnur inni. Tvær á skrivstovuni og tveir bygdarráðslimir. Menninir eru í kjallaranum, har ein teirra liggur undir brandbilinum og hjálpir upp á okkurt smávegis.
Tá skuldin hjá Vestmanna Kommunu var upp á tað mesta, tóku kvinnurnar seg saman og stillaðu upp á kvinnulista, sum nú hevur stýrt bygdini trý valskeið. Hetta seinasta valskeiðið hevur kvinnulistin havt fýr av sjey bygdarráðslimum.
Men tað skal ikki vera, siga Mia Petersen og Hervør Durhuus við ein munn, at nakar skal hava ta fatan, at teir tríggir menninir í bygdarráðnum ikki eru samstarvssinnaðir við kvinnurnar. Hóast teir eru valdir á øðrum lista, hevur samstarvið verið fyrimyndarligt, leggja tær dent á.
At afturgjald av skuld hevur verið so høgt raðfest, hevur gjørt, at ávísar íløgur hava verið noyddar at bíða. Tí er neyðugt nú at fara at hugsa um fleiri íløgur, siga tær báðar kvinnurnar í bygdarráðnum í Vestmanna. Íløgukvotan hjá Vestmanna Kommunu verður komandi ár 4,7 milliónir, og tær røkka ikki til alla verðina.
Men nógv er at brúka tær til, siga tær báðar. Barnagarðinum hava vestmenningar bíðað leingi eftir. Hann hevur annars verið eitt aðalmál hjá kvinnulistanum, men realistiskar sum tær eru, er hann eisini settur aftur um fyri at kunna gjalda niður. Men nú kemur hann, lova tær. Vestmanna hevur dagrøkt, og har er normeringin hækkað úr 45 til 62 pláss.
Eitt annað stórmál er nýggj vatnveiting. Hon er alneyðug, og farið verður undir hana sum skjótast. Tó verður hon ikki gjørd eftir einum ári, siga tær báðar Mia Petersen og Hervør Durhuus. Til tess er hon ov kostnaðarmikil. Einar sjey milliónir vænta tær, hon fer at kosta.
Kloakkirnar í bygdini eru ikki í góðum standi. Gamlar, og í støðum eitt sindur viðtiknar. So har skulu brúkast pengar í komandi tíð. Ætlanir eru um vetrarfriðing, sum krevur hegn um alla bygdina. Tað fer helst at kosta út móti hálvari triðju millión, verður mett.
Eitt annað mál er at fáa savnað alla heilsutænastuna í kommununi. Sum er eru viðurskiftini ikki góð á tí økinum. Lækni, tannlækni, jarðarmóður og so framvegis eru í Vestmanna. Men trupulleikin er í mongum førum, at hølini, tey hava, eru illa atkomilig.
Tær báðar, Mia og Hervør halda ikki, at tað verður neyðugt at steðga nøkrum, fyri at fáa annað framt í komandi valskeiði. Tað er bara at duga at brúka pengarnar rætt, siga tær. Men tað verður stuttligari hjá nýggja bygdarráðnum at taka við, enn tað var hjá tí verandi, eru tær samdar um. Tí tað er lættari at arbeiða við eini skuld upp á góðar tvær álíkningar heldur enn fýra.
Men tað er sjálvandi ikki vist, at tær yvirhøvur verða í komandi bygdarráði. Fyrst skulu tær stillast upp og síðani veljast.
Eingin endaligur listi er gjørdur, siga tær. Tó leggja tær aftrat, at tær hava bara sitið eitt skeið og hava tí skyldu at taka við vali, um tær verða settar á listan og valdar.
Og tær taka aftur í aftur, at tað er bæði stuttligt og spennandi at sita í bygdarráðnum, tá úrslitini eru so sjónsk, sum tey hava verið seinasta valskeiðið.