- Kvinnur tíma ikki at spæla politiska spælið

Bodil Hentze Laksafoss, leiðandi læknaskrivari, Skurðdepilin, Landssjúkrahúsið

Hvat merkir 8 mars - kvinnudagurin fyri teg?
- Tá eg hugsi um, at tað í ár eru 40 ár síðani kvinnurørslan og reyðsokkarnir tóku uppaftur traditiónina við at hátíðarhalda 8. mars, og tað eru góð 100 ár síðani kvinnurnar í Føroyum fingu valrætt, so eru vit komnar langt – og tó so ófatiliga stutt. Ja, vit fáa somu løn fyri somu størv sum menninir, vit hava sama rætt til størv og útbúgvingar og vit kunnu blíva tað, vit hava hug til. Vit kunnu frítt velja hvørjum við gifta okkum við – soleingi tað ikki er sama kyn – men tað er ein heilt onnur diskussión Vit kunnu stilla upp fyri politisku flokkaranar, og har eru fleiri dugnaliga kvinnur komnar inn á ting, men ikki nær til so nógvar sum mennirnir. Og eg ivist stórliga í, um tað verður frægari, sum politiska landslagið sær út í løtuni. Kvinnur tíma ikki eins væl at spæla politiska spælið, tær sum koma inn á ting gera tað aloftast fyri gera nakað munagott.

Hvussu stendur til við javnstøðuni innan títt øki?
- Vit hava tíverri ikki javnstøðu, tá tað kemur til børn, tað eru av góðum grundum vit, sum fara í barsil, tað eru vit, sum velja at arbeiða niðursetta tíð fyri at lætta um gerandisdagin hjá allari familjuni. Upp á longri sikt gongur hetta út yvir okkara pensjón, vit fáa ikki spart eins nógv upp og mennirnir. Hetta haldi eg er nakað, vit eiga at kempa fyri at fáa í rættlag.

Hvat ynskir tú skal verða broytt innan næstu tíggju árini viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum?
- Vit eiga at skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað, har vit hava eina betri javnvág millum arbeiðslív og familjulív - soleiðis at vit hava pláss til at vera mammur. Vit brúka ein lítlan part av okkara lívi at fáa børn og stovna familju í, lat vera pláss til tað. Fyri døtrarnar hjá mær ynski eg, at tær skulu kunna útbúgva seg og fáa sær tað starvið, tær hava hug til. At tær kunnu velja at vera heimagangandi mammur, um tær ynskja tað. Ella at tær kunnu hava eitt fleksibult starv, sum gevur teimum møguleika at skapa eina karrieru, samstundis sum tær eru mammur, uttan at ganga við ringari samvitsku. Men eg eri bangin fyri, at tey næstu 10 árini ikki fara at gera nógv fyri føroysku kvinnuna, og tað vera helst alsamt fleiri, ið velja at flyta av landinum - serliga verða tað einligar mammur, sum ikki klára at forsyrgja sær og børnunum í Føroyum. Vit fara helst samstundis at síggja eina størri tilflyting av útlendskum kvinnum, sum vit hava sæð seinastu árini. Hesum kvinnum hava vit eina serliga ábyrgd yvirfyri, tí tær eru gestir í okkara landi, tær kenna ikki mentanina, og tað er ikki altíð at tær koma til tey bestu korini.

Hvat vilt tú gera fyri at Føroyar gerast meira kvinnuvinarligar?
- Sum millumleiðari kann eg vera viðvirkandi til at skapa betri javnvág millum familjulív og arbeiði. Tað skal vera fleksibilitetur í arbeiðslívinum, so tað kann tilpassast familjulívinum. Eisini eiga vit sum alment arbeiðspláss at vera betri til at eftirútbúgva kvinnur, soleiðis at tær kunnu røkka sínum fulla potentiali. Tað stendur so vakurt í øllum almennum lønarsáttmálum um eftirútbúgving og lívslanga læring, men tað er ikki til at fáa eyga á í dagsins Føroyum.