Kvívík heldur 100 ára føðingardag

Tann 14. og 15. september eru dagarnir, har Kvívíkar Kommuna hátíðarheldur 100 ár sum sjálvstøðug kommuna.

Kommunan er samansett av bygdunum Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skælingur. 

Kommuna hevur valt at hátíðarhalda dagin á ymiskan hátt, soleiðis at m.a. áhugabólkar í sóknini hava høvi til at sjónliggera sítt virksemi. 

Eitt nú verður boðið til felags morgunmat leygarmorgunin kl. 09 -10:30

Síðani ganga bygdarráðslimir, skótar og onnur skrúgongu frá skóthúsinum til sjálva setanina av hátíðarhaldinum, sum verður við minnisvarðan hjá IPG.

Haðani frá verður fari fram á Grækarisatrøð , har fyrstu 100 trøini verða gróðursett í nýggjari viðarlund .

Ymisk menturarlig  tiltøk eru á skránni, har litið verður aftur í tíðina, umframt at nútíðin eisini fær rúmd.

Listarfólk við tilknýti til bygdina hava framsýningar.

Poul Hansen kemur at greiða frá ætlana víkingagarðinum.

 IPG- Grunnurin kemur at greiða frá sínum ætlanum, í Gamla Pakkhús verður høvið at síggja nakrar av lutunum, sum vórðu funnir í víkingaútgrevstrinum, umframt annað forvitnisligt sum fornminnisfelagið eigur.

Og høvi verður hjá áhugaðum at spæla tað – í Kvívík – so vælkenda kortspælið stýrivolt í nýumvældu Frøishøllini. Forvitnisligt afturhvarv yvir fólkalív seinatu 100 árini verður somuleiðis á skránni.

Bygningar hjá kommununi so sum kommunuskrivstovan, brandstøðin o.a. eru opnir. Ein røð av myndum, savnaðar inn til høvi, verður víst, í uttandura dias-show´ið á stórskýggja og verður víst seinna partin av degnum og út á kvøldið.

Skótarnir og Bygdafelagið Glæman selja mat og drykkivørur ígjøgnum dagin, ávikavist við skótahúsið Niðri á Sandi og í bygdarhúsinum Glæmuni.

Kendu sjónleikarnr Ria og Súsanna Tórgarð, sum slitu sínar barnaskógva á Kirkjuteigi, koma at framføra í “Skemtiligir stubbar”, í Amfi-skálanum í skúlanum.

Eisini verður føroyskur dansur í Frøðishøllini, og klokkan 23 hetta kvøldið verður felagssangur. Aftaná verður midnáttarrøðan hildin av Petur Jákupsson – eisini nevndur Piddi á Skælingi.