Kykmynd: Uppspæl frá Gilla til vakurt mál

(Kykmynd) Síggj hæddarpunktini Brøndby-AaB 0-2, har Gilli Rólantsson átti sín lut í fyrra málinum

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Brøndby og AaB við Gilla Rólantssyni á vøllinum. Ein dystur, sum AaB vann 2-0.

 

Gilli Rólantsson átti ein stóran lut í fyrra málinum.  Í 25. minutti legði Thomas Enevoldsen AaB á odda 1-0, aftaná eitt gott upplegg frá Nicolaj Thomsen, sum í løtuni áðrenn fekk eina góða sending frá Gilla Rólantssyni, sum við nógvari ferð setti tríggjar mans av. Njót málið, og ikki minst løtuna, tá Gilli við nógvari ferð fer frá miðjuni, og áðrenn brotsteigarmarkið gevur Nicolaj Thomsen eina perfekta sending, áðrenn hesin leggur upp til Thomas Enevoldsen, sum tók av møguleikanum. 

 

Tað er rásin "Football 24", sum hevur verið so beinasom at leggja hæddarpunktini út á YouTube.