Fyrsta FM-finalan í landskappingini hjá kvinnum var í høllini í Vestmanna seinnapartin, har VÍF tók ímóti Kyndli, sum hevur havt sera gott tak á vestmannagentum alt kappingarárið. Tríggjar av fýra innanhýsis dystum hevði Kyndil vunnið og í øllum dystunum varð VÍF hildið undir 20 mál.
Kyndil streyk avstað frá dystarbyrjan og undantikið javnleik 1-1 vóru tær á odda alla tíðina. VÍF-genturnar tóktust vera nervaðar av umstøðunum og gjørdu ógvuliga nógvar einvaldar tekniskar villur. Kyndil spældi betra spælið í fyrra hálvleiki og við støðuna 8-3 høvdu tær vunnið sær in málmun, sum eisini helt sær til hálvleiks. Kyndil var nevniliga á odda 12-7 í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki traðkaði VÍF-stórskjúttin, Liljan Djurhuus, til alt fyri eitt og við tveimum málum minkaði hon til 12-9. Hetta var byrjanin upp á eitt comeback, sum fekk VÍF heilt niður á 13-12 til Kyndli – men so steðgaðu tær eisini upp og Kyndil dróg frá aftur.
Hóast VÍF fleiri ferðir hótti leiðsluna hjá Kyndli, so vóru tær ov stuttar í avgerandi løtunum og Kyndil vísti klassan. Kyndil vann dystin at enda 19-16 og hevur nú tryggjað sær fyrsta finalustikkið í savnaða finaludystinum, sum verður spældur best út av trimum. Onnur finalan verður í høllini á Hálsi leygardagin kl.16.00.
Ikki óvæntað gjørdust Liljan Djurhuus og Simona Petersen bestu málskjúttar hjá liðum sínum við ávikavist seks og 10 málum.
Lesið beinleiðis frásøgnina, sum in.fo hevði frá finaluni, niðanfyri:
________________
Liðugt: 16-19 til Kyndil. Gott lag er í leguni hjá Kyndli, sum hevur tryggjað sær fyrsta finalustikkið við 16-19-sigri í Vestmanna.
58min.: 16-19 til Kyndil. Liljan Djurhuus, sum nú hevur skotið seks mál, minkar um munin umvegis brotskast. Viðhaldsfólk hjá Kyndli hoppa og syngja "øll, sum elska Kyndil, hoppa nú!" og tey fegnast um hetta fyrsta finalustikkið, sum nú tykist vera í hús.
58min.: 15-19 til Kyndil. Simona Petersen er vísir seg at vera sterk í øllum finalum, og við sínum 10. máli økir hon til 15-19 til Kyndil.
57min.: 15-18 til Kyndil. Durita Christophersen roynir seg við snildari fríspæling aftur um sín egna rygg, men hetta er ikki løtan til tess og bólturin verður lorkaður til Kyndil, sum nú kann økja til fýra mál stutt undan dystarloki.
55min.: 14-17 til Kyndil. Strikuspælarin Bjarta O. Johansen verður fóðrað við góðum bólti og nú er fyrsta finalustikkið ávegis til Havnar.
54min.: 14-16 til Kyndil. Allar súðir eru ikki syftar enn, nú Durita Ljósstein minkar um munin.
52min.: 13-16 til Kyndil. Simona Petersen og Anna Sofía H. Mohr gera tvey skjót mál fyri Kyndil, soleiðis at gestirnir nú aftur eru á odda við trimum og heimaliðið biður um time-out.
51min.: 13-14 til Kyndil. Liljan Djurhuus minkar um munin eftir brotskast.
50min.: 12-14 til Kyndil. Ásleyg Súnadóttir tiltuskar Kyndli brotskast, sum Simona Petersen umsetir til mál.
48min.: 12-13 til Kyndil. VÍF hevur havt møguleikan at javna á fyrsta sinni síðani 1-1, men málverjarnir standa báðir ótrúliga væl í løtuni. Annika Poulsen hevur fingið tveir minuttir hjá VÍF, men Steinbjarta Marnersdóttir í VÍF-málinum hevur tikið øll skot, sum eru komin fyri henni í undirtalsstøðuni. Tað er ikki ov lítið sagt, at hon í løtuni heldur lív í vónini hjá vestmenningum.
45min.: 12-13 til Kyndil. Nú er bara eitt mál á muni! Durita Christophersen skjýtur langt útifrá, skorar og Kyndil tekur time-out.
42min.: 11-13 til Kyndil. Bjarta O. Johansen hjá Kyndli hevur fingið útvísing fyri harðliga takkling á Duritu Christophersen. Liljan Djurhuus tekur av yvirtalsstøðuni og minkar niður í 11-13 til Kyndil - nú er spenningur í aftur og VÍF-viðhaldsfólkini hava fingið trúnnað aftur.
34min.: 9-12 til Kyndil. Liljan Djurhuus hevur langað tveir bóltar í kassan og minkað um munin.
Hálvleikur: 7-12 til Kyndil. VÍF minkaði um munin, men við 6. máli sínum økti Simona Petersen til 7-12 til Kyndil, sum eisini er hálvleiksstøðan.
29min.: 6-11 til Kyndil og Kyndil tekur time-out.
26min.: 6-11 til Kyndil. Anna A. Brimnes er avgjørd í mótálopi og økir til 6-11. Tóra Seley gerst løtu seinni púra leys hjá VÍF, men Kristina Griksaite í málinum hjá Kyndli bjargar.
25min.: 6-10 til Kyndil. Eilen Súsanna Hansen er sett á beinkin hjá VÍF og Durita Christophersen flutt út á høgra vong, haðani hon minkar til 6-10
22min.: 5-10 til Kyndil. Tað verður spælt harðliga í verjuni hjá VÍF og Simona Petersen hevur við tveimum brotskøskum økt um leiðsluna hjá Kyndli. VÍF hevur somuleiðis fingið enn eina útvísing.
20min.: 5-8 til Kyndil. Eftir nakrar minuttir við longum álopum og ongum máli hevur Durita Christophersen minkað enn meiri um leiðsluna.
16min.: 4-8 til Kyndil. Tóra Seley gagnnýtir sín kvikleika, btýrur ígjøgnum og minkar um munin.
15min.: 3-8 til Kyndil og VÍF tekur time-out. Nervarnir eru at fáa eyga á hjá VÍF, sum hevur tað trupult við at fremja tær mest einfaldu spælingarnar og nú má fáa greiðu á hvussu henda ræðuliga byrjanin kann vendast.
13min.: 3-8 til Kyndil. Spælstýrarin hjá Kyndli, Bára K. Hansen, fær ein steðg og avloysarin er Anna A. Brimnes.
12min.: 3-8 til Kyndil. Simona Petersen hevur fingið framúr byrjan. Hon langar enn ein bólt í málið áðrenn VÍF aftur ger tekniska villu og Jórun Ludvig økir enn meiri í hinum endanum.
11min.: 3-6 til Kyndil. Simona Petersen økir til trý máls leiðslu umvegis brotskast.
11min.: 3-5 til Kyndil. Durita Ljósstein heldur VÍF inni í dystinum. Eitt týdningarmikið mál áðrenn Kyndil sleppur avstað við størri leiðslu.
10min.: 2-5 til Kyndil. Simona Petersen stingur seg upp og langar bóltin í málið útifrá.
9min.: Nakrar undrunarverdar tekniskar villur hava verið og tað vitnar helst um, at nervar eru upp á spæl.
8min.: 2-4 til Kyndil. Bára K. Hansen brýtur ígjøgnum og økir fyri Kyndil. Annika Poulsen fær í somu atløgu fyrstu útvísing í hesum dystinum.
6min.: 2-3 til Kyndil. Liljan Djurhuus, sum væntandi fær nógva ábyrgd á herðar sínar, skjýtur sítt fyrsta mál í finalunum.
5min.: 1-3 til Kyndil. Turið Arge, sum júst er afturkomin á hondbóltsvøllin eftir ein barnsburð, leggur støðið og langar eitt framúrskarandi skot í málhornið frá høgra vongi.
3min.: 1-2 til Kyndil. Jórun Ludvig legði Kyndil á odda 0-1, Durita Christophersen svaraði aftur fyri heimaliðið og síðani legði Bára K. Hansen Kyndil á odda aftur 1-2. Trý mál innan hálvan minutt og nú er gongd á málskjótingini!
2min.: 0-0. Kyndil gjørdi tekniska villu í fyrsta álopinum og síðani gjørdi VÍF tað sama í sínum fyrsta álopi. Tað er líkt til, at nervar eru upp á spæl.
Undan dystarbyrjan: Høllin í Vestmanna er stúgvandi full, og tað var hon longu góðan hálvan tíma undan dystarbyrjan. Tað eru nakað fleiri av teimum gullittu heimaáskoðarunum, men tey grønu úr Havn eru sanniliga eisini sjónlig og viga væl upp ímóti at fylla helvtina av høllini.
VÍF hevur allar leikarar tøkar til dystin, meðan Kyndil er uttan tær skaddu Guðrið G. Eystberg og Anju Heinadóttir.
Hóparnir:
VÍF
1. Steinbjarta Marnersdóttir
16. Viviann Petersen
3. Tóra Seloy
5. Durita Ljósstein
6. Annika Poulsen
7. Liljan Djurhuus
9. Rakul Joensen
10. Durita Christophersen
13. Annika Patti
14. Randi Virgarsdóttir
15. Guðrið Poulsen
17. Daniella Joensen
22. Eilen Súsanna Hansen
23. Agnas Olsen
Venjarar: Kári Mortensen og Svanna Hanusardóttir
Kyndil
1. Røskva S. Nielsen
12. Kristina Griksaite
16. Tomma Petersen
3. Jórun Ludvig
4. Bára K. Hansen
5. Anna Sofía Hjalt Mohr
6. Ásleyg Súnadóttir
7. Bjarta O. Johansen
9. Anna A. Brimnes
10. Beinta Bárðardóttir
11. Turið Arge
13. Simona Petersen
14. Annika Sigurðsdóttir
17. Randi S. Wardum
Venjarar: Andreas F. Hansen og Sophus E. Dal Christiansen