Kyndil tapti og vann

Kyndils-kvinnurnar spældu tveir dystir hetta vikuskiftið, sum annars varð órógvað rættiliga nógv av arbeiðssteðginum á almenna arbeiðsmarknaðinum

Sunset-kappingin

Upprunaliga skuldi talan verða um dupult-umfar um vikuskiftið, men arbeiðssteðgurin hevði við sær, at bara tveir dystir vórðu avgreiddir, og í báðum førunum var Kyndil annar parturin.
Leygardagin spældu tær grønu grannauppgerð móti Neistanum, og her vunnu tær bláu ætlaða favoritt-sigurin.
Longu tíðliga í dystinum gjørdu tær bláu greitt, at her skuldi einki ivamál verða, og tó at tær settu ferðina niður eftir steðgin, so gjørdist talan ongantíð um nakra spennandi uppgerð.
Spenningurin var heldur ikki tann stóri sunnudagin, tá Kyndil spældi móti StÍf, men hesaferð vóru forteknini øvugt. Kyndil legði bragdliga fyri9, og eftir at tær tíðliga í dystinum høvdu vunnið seg eini 6-7 mál framum, hildu tær alla tíðina fast um leiðsluna.

Úrslitini
Neistin-Kyndil 29-17 (18-9)
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta R. Hansen 7, Mildrið Jacobsen 6, Rakul Augustinussen 5(4), Annika Ljósstein 4(1), Birita Wardum 3, Annika Thomsen 3, Susan Brockie 1
Kyndil: Lina Andriulyte 8, Jórun Ludvig 3(2), Ronja M. Mikkelsen 3, Anja Heinadóttir 2, Linda Weihe 1
Brotskøst: Neistin 8, Kyndil 2
Útvísingar: Neistin 2, Kyndil 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen

Kyndil-StÍF 28-20 (14-9)
Málskjúttar
Kyndil: Anja Heinadóttir 9, Randi S. Wardum 5, Jórun Ludvig 5(2), Súsanna Petersen 4, Lina Andriulyte 2, Linda Weihe 1, Ronja M. Mikkelsen 1, Hildur Høghamar 1(1)
StÍF: Ninna K. Johansen 7(1), Poula D. Olsen 6, Guðrun Ólafsdóttir 2, Rebekka Justinussen 2(1), Malan Petersen 1, Rósa Johansen 1, Ata Gregersen 1
Brotskøst: Kyndil 5, StÍF 2
Útvísingar: Kyndil 1, StÍF 3
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason